Tjóðveldisflokkurin er rættiliga farin í tvey nú beint uppundir fólkatingsvalið.
Tí best sum valsstríðið byrjaði av álvara, slepti eitt av høvuðs-valevnum floksins, Finnbogi Ísakson, eini bumbu mitt í rúgvuna, sum rættiliga hevur loypt øði í tey flestu í fremstu røð í Tjóðveldisflokkinum.
Finnbogi ísakson segði við Ritzau Tíðindastovuna, at hann er til reiðar at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk.
Hann segði, at verður hann valdur á fólkating, fer hann ikki at sita hendur í favn.
Eg haldi, at Tjóðveldisfólk skulu føra politikk, har tað ber til. Og verður tjóðveldis-atkvøðan tungan á vágskálini, táið danskur forsætisráðharri skal veljast, eri eg til reiðar at vísa á tann, sum røkir føroysk áhugamál best, segði Finnbogi Ísakson við Ritzau.
Og hann legði afturat, at fær hann eina avtalu í lag sum gagnar Føroyum, og Tjóðveldisflokkinum, er hann eisini til reiðar at stuðla stjórnini við sínari atkvøðu.
Nú hava danir lagt seg út í føroyskan politikk í 600 ár so eg síggi onki skeivt í at føroyingar føroyingar leggja seg út í donsk viðurskifti, segði tjóðveldismaðurin Finnbogi Ísakson við Ritzau mánadagin.
Hetta er beint tvørtur ímóti øllum, sum Tjóðveldisflokkurin altíð hevur staðið fyri.
Tí øll hesi seinastu 25 árini hevur Tjóðveldisflokkurin brúkt tað sum sítt allar fremsta valagn fyri at fáa fólk velja seg, at so fingu vit ein føroyskan politikara á danating, sum ongantíð fór at leggja seg út í donsk viðurskifti.
Tí hava úttalilsini hjá Finnboga Ísakson til Ritzau vakt báði øsing og undran ímillum tjóðveldisfólk eins væl og aðrar politikarar.
Og tann stóru spurningurin er, um Finnbogi Ísakson er farin í sjálvdrátt, ella um Tjóðveldisflokkurin er snaraður 180 í einum av sínum aðalmálum.
Hatta er fyri hansara egnu rokning
Men eftir, hvat skilst, stendur Finnbogi ísakson rættiliga einsamallur í flokkinum við sínum sjónarmiði.
Óli Holm, formaður í evsta valdi floksins, aðalstjórnini, sigur fyrst, at tað er ein misskiljing, táið Ritzau sigur at Finnbogi er politiskur framsøgumaður floksins, og harvið gevur orðum hansara størri vekt.
Tað er hann ikki, tí tað er Heini O. Heinesen.
Annars sigur hann, at úttalilsini hjá Finnboga Ísaksyni mugu standa fyri hansara egnu rokning.
Tjóðflokkurin hevur altíð havt ta greiðu støðu, at hann blandar seg ikki upp danskan innanríkispolitikk.
Tað støðu hava vit, tí líka lítið, sum okkum dámar, at danir skulu blanda seg upp í føroysk innanríkismál, fara vit at blanda okkum uppí donsk innanríkismál.
At danir so hava gjørt tað í fleiri førum seinastu árini er eitt annað mál.
Óli Holm sigur, at hvat hesum viðvíkur, hevur flokkurin ikki skift støðu á hesum øki, tí málið er yvirhøvur ikki viðgjørt í flokkinum.
Nú er hetta heilt avgerandi brot á prinsipellu støðu floksins. Hvussu álvarsliga meta tit hetta málið, og fara tit at taka tað upp í flokkinum?
Eg kann bara endurtaka, at flokkurin hevur avgjørt ikki skift støðu. Og eg vil í hvussu so er meta, at hetta er eitt mál, sum flokkurin fer at umrøða.
Men eg fari eisini at leggja dent á, at Tjóðveldisflokkurin er ein demokratiskur flokkur, og vit múlabinda ikki okkara valevni.
Eg eri púra málleysur
Formaður floksins, Heini O. Heinesen sigur eisini, at hann er púra málleysur. Men hann heldur, at hetta má standa fyri Finnboga1sa egnu rokning.
Heini O. heinesen dylir tó ikki fyri, at hann er púra ósamdur við partamannin í hesum máli.
Hann sigur, at verður hann valdur á Fólkating, fer tað ikki at koma uppá tal, at hann fer at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk og enn minni fer hann at vera við til at velja danskan forsætismálaráðharra.
Heini O. Heinesen sigur at hóast sjónarmiðið hjá Finnboga Ísakson er avgerandi brot á almennu støðu floksins, heldur hann ikki, at flokkurin skal taka nakað stig ímóti honum.
Eg haldi, at veljarin kann sleppa at gera av, hvørja lagnu Finnbogi - og vit onnur, skulu fáa, sigur formaður Tjóðveldisfloksins.
Eg veit ikki, hvat Finnbogi ætlar við slíkum. Eg haldi ikki, at tað ber til at koma við slíkum, sum er so beint ímóti floksins politikki, uttan at tað er viðgjørt í floksleiðsluni frammanundan, tí slík kúvending er trupul at verja.
Men eg haldi, at Finnbogi skal sleppa at svara fyri hasum sjálvur. Og tað sleppur hann 11. mars. Tá fáa vit so at vita, hvat veljarin heldur um hetta, sigur Heini O. Heinesen.
Kann gera flokkin veikari
Heini O Heinesen heldur at tað kann vera ein vansi fyri flokkin í valstríðnum, at Finnbogi Ísakson loypir slíkan kvøkk á allan flokkin við einum úttalilsi, sum gongur beint ímóti prinsipiellu støðu floksins, og sum ongin hevur fyrireikað seg uppá. Tí tað er greitt ,at tað fer at verða dúgliga brúkt ímóti okkum í valstríðnum
Hetta er ómetaliga trupult at verja, Men eg haldi, at vit skulu lata tað standa til veljaran at avgera, leggur hann afturat.