Ætlaða yvirtøkan av fíggjarøkinum ? Fortel okkum, hvussu hetta skal fyriskipast harra landsstýrismaður

    

Um hetta ætlaða yvirtøkumál hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður sagt "sitat":
"Hetta er størsta stigið fram móti einum samfelagsbúskapi, har vit sjálvi hava avgerðarrættin og ábyrgdina. Vit eru farin undir arbeiðið at yvirtaka alt fíggjarøkið, tað vil siga penga- og kredittmál", sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Yvirtøkan fevnir um lóggávuvaldið mótvegis peninga- og kredittstovnum. Eisini fíggjareftirlit og innskjótaratrygd eru uppi í yvirtøkuni -
Hetta sum oman fyri siterað - eitt av ætlaðu yvirtøku málunum, sum stórt sæð onga viðgerð hevur fingið av okkara fjølmiðlum, tað er higartil "skoyta " elegant tvørtiryvir tí, sum um tað ongan týdning hevur alment.
Fíggjarøkið er Vitalt og umráðandi fyri okkum øll.
Økið er sera umráðandi og vitalt fyri okkum øll sum livað í hesum landið , - tí tað hevur við ALT okkara fíggjarkervi at gera og heldur m.a. eisini eftirlit við at okkara fíggjarstovnar gera sítt arbeiði til lítar og halda seg innan lógargivnu karmarnar.
Okkara peningastovnar/ fíggjarstovnar eru ídag partur av donsku skipanini og undir eftirlitið av danska fíggjareftirlitinum, sum heldur skil á og eftirlit við øllum fíggjarstovnum í danska ríkunum.
Lógarverkið hesum viðvíkjandi og uppdateringar, sum støðugt verða framdar í einum alsamt broytandi heimið verður umsitnir av hesum mynduleika.
Fíggjareftirlitið á føroyskum hondum:
Eg loyvið mær at seta spurnartekin við hvussu professionelt hesin kemur at verða umsitin av fólkið sum einans skulu eftirkannað 1 banka og 3 sparikassar, - í mun til eitt "servant" team ,sum hevur allar bankarnir í ríkunum at halda eftirlit við??
Verður yvirhøvur hugsað um hesi tingini? Eg ivist stórliga.
"Pengeinstitutternes Garantifond." - Samhaldsfesti millum peningastovnarnar.
Okkara bankar og sparikassar eru eisini partur av eini samhaldsfastari i.e. "solidariskari" skipan við donsku bankarnar og sparikassarnir.
Kemur ein banki ella sparikassi í fíggjarligar trupulleikar ,sum enda við konkursið ? tá hefta bankarnir og sparikassarnir solidariskt fyri hvørjum ørðum við eini upphædd, sum í stødd er tengd saman við støddina á einstaka banka/ sparikassanum.
Um vit t.d. takað Føroya Banka og Den Danske Bank sum dømi, so er býtislykilin tann, at um t.d. Den Danske Bank fór av knóranum so hefti Føroya Banki fyri ca. 10. mio sum teirra parti í garantifonden .
Hinvegin, - um Føroya Banki for á heysin, so er upphæddin, ið Den Danske Bank heftir fyri í garantifondinum ca. 700 mió.
Um fíggjarstovnar í kongaríkinum fara á heysin ídag, so tryggjar "Pengeinstitutternes Garantifond", sum verður umsitin av Danska Tjóðbankanum at: :
?Allir uppspararar fáa afturgoldið upp til Kr. 300.000 frá trygdargrunninum.
?Allir pensiónsuppararir fáa 100% av teirra pensiónsuppsparing endurgoldna frá trygdargrunninum.

Tá (um) tit yvirtaka fíggjarøkið sum føroyskt sermál og harvið fara burturúr danska kervinum, - tað er jú tað sum landsstýrismaðurin ætlar, - hvussu verður støða okkara tá ??
Hvør tryggjar tá pensións - og vanliga uppspararan í føroysku peningastovnunum ??
Sagt í tíðindaskrivinum er eisini at landsstýrismaðurin fegin svarar faktuellum" spurningum og mínir eru hesir:
1) Hvør verður trygdin frameftir og hvør veitir hana?
2) Hvat verður væntaði kostnaðurin av hesi yvirtøku?
3) Eru peningastovnar og bankar í Føroyum spurdir til ráðs, ella teirra hugsanir hoyrdar í hesum sera umráðandi máli?

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, verður vinarligast biðin at svara hesum spurningum alment, tí teir eru sera relevantir fyri allar føroyingar at fáa svaraðar.
Uttanumtos verður frábiðið! ? Einans fakta er áhugavert at fáa greitt svar uppá.