Ætla at brúka fleiri milliónir til onga nyttu

Løgtingið brýtur almenna vinnupolitikkin, tá ið tað gevur Sjónvarpið Føroya loyvi til at senda útlendskar rásir. Men skal tað bera til, skal Løgtingið fyrst brúka fleiri milliónir til eitt nýtt sendinet, sjálvt um tað er púra óneyðugt, sigur stjórin í Televarpinum

Kappingaravlaging
 

 - Tað, sum løgtingið nú er í ferð við, er ógvuliga óheppið. Tað er ógvuliga óheppið, tí tað er brot á almenna vinnupolitikkin. Og tað er óheppið, tí tað fer at kosta skattgjaldaranum fleiri milliónir, sum saktans kundi verðið spardar.
Laila Hentze er stjóri í Televarpinum og hon er ógvuliga ørkymlað av tí, sum fer fram á Føroya Løgtingið í hesum døgum.
Løgtingið hevur júst samtykt eina nýggja lóg fyri Kringvarpið. Málið er samtykt einaferð og tað kemur til endaliga viðgerð í morgin.
Tað, sum Løgtingið ætlar, er, at Staðfesta við lóg, at Kringvarp Føroya eisini kann senda útlendskar Public Service rásir.
Her kann talan vera um DR, NRK, umframt almennu sjónvørpini í Íslandi, Svøríki og øðrum londum.
Tað er onki at ivast í, at hetta fer at fáa stóra ávirkan á virksemið hjá Televarpinum, sum sendir fleiri av hesum rásum frammanundan.
- Hetta er eitt ógvuliga stórt og prinsipielt inntriv í kringvarpsøkið í Føroyum, sigur Laila Hentze.
Og tað ger Løgtingið, uttan so mikið sum at lata sakkunnleikan og tey, sum verða ávirkað av hesum,  sleppa at siga sína hugsan. Hon sipar til, at hvørki Televarpið, Kappingarráðið ella Fjarskiftiseftirlitið er eftirspurd um hesi viðurskifti, áðrenn Løgtingið ger eitt so stórt inntriv.
- Tað er ómetaliga løgið, sigur Laila Hentze.
 
Brot á vinnupolitikkin
Samstundis ivast stjórin í Televarpinum ikki í, at hetta er brot á almenna vinnupolitikkin, tí hetta er at sleppa einum almennum stovni at fara í beinleiðis kapping við vinnu, sum longu er á økinum.
- Og tað er óhoyrt at lata ein almennan stovn fara í beinleiðis kapping við vinnu, sum longu er á økinum.
Laila Hentze heldur nevniliga, at hetta er kappingaravlagandi so tað munar. Sostatt kann hetta fáa víttfevndar avleiðingar. Og sum frálíður kann hetta at máa grundarlagið undan Televarpinum, tí DR og aðrar public service rásir, hava so stóran týdning fyri handilsliga virksemið hjá Televarpinum.
- Tað er heldur onga aðrastaðni um okkara leiðir, at almenn sjónvørp slepp at senda útlendskar rásir í kapping við vinnu, sum longu er á økinum.
- Tað hevði verið heilt óhugsandi, at DR, eisini fór at senda NRK, leggur hon afturat.
Men nú verður tað ført fram, at Televarpið er ikki í privatari vinnu, tí tað er eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele, sum er eitt alment partafelag?
- Televarpið er eitt partafelag, sum er sett á stovn at virka á vinnuligum grundarlagi. Tað er líka mikið, hvaðani peningurin kemur, tí Føroya Tele hevur gjørt eina íløgu, sum tað krevur, at fáa vinning av, sigur Laila Hentze.
- Samstundis er Televarpið eitt tekniskt frambrot, sum eisini hevur vakt stóran áhuga uttanlands, leggur hon afturat.
 
Brúka milliónir óneyðugt
Hon heldur eisini, at tað er heilt burturvið at siga, at vissi Sjónvarpið sleppur at senda DR, NRK og aðrar støðir, so er tað ókeypis.
- Tað er als ikki ókeypis, tí so skal eitt nýtt, digitalt sendinet gerast og tað kostar milliónir. Tað skal eisini haldast viðlíka og tað er heldur ikki ókeypis.
- Og tað er bara skattaborgarin, sum kann betala tað, so ókeypis er tað als ikki.
- Hinvegin hevur Televarpið longu eitt digitalt sendinet og sum støðan er nú, sendir Televarpið eisini Sjónvarp Føroya. Og ístaðin fyri at byggja eitt sendinet afturat, er tað væl bíligari at lata Televarpið eisini senda Sjónvarp Føroya.
Laila Hentze heldur, at tað er heilt óhoyrt at hava fleiri digital sendinet í Føroyum.
- Tað hava ongi onnur lond og tað er uppaftur meiri burturvið í einum lítlum landi sum okkara, leggur hon afturat.
Kortini staðfestir Laila Hentze, at Televarpið fer at halda fast um sínar útbyggingarætlanir og tær eru at í ár og næsta ár verður Televarpið víðka til eisini at umfata Vágar og Suðuroy. Men um allar bygdirnar í økinum fara at síggja, er óvist, tí tað velst um, hvussu tær liggja fyri í samabandi við signalið.
Sí eisini greinina: Vit mátti gera eina neyðsemju og greinina Fyrimunurin er nógv størri enn vansin.