Verkfall
?Limirnir í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag skulu fáa 2,5% minni í lønarhækking, enn Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgunum í Klaksvík, hava fingið.
? Hetta var ætlanin hjá Semingsstovninum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tey bæði feløgini siga, at eftir at hava havt fund við arbeiðsgevararnar, løgdu semingsmenninir eitt uppskot fram, sum hevði givið feløgunum, sum nú eru í verkfalli, eina lønarhækking, sum var 2,5% lægri , enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík høvdu fingið.
Tað, tey sipa til, er, at í seinastu samráðingunum í 1999, fingu Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag eina hægri lønarhækking, enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hava fingið.
?Men eftir semingsuppskotinum, sum varð lagt fram í hesum samráðingunum, skuldi lønin verða tann sama hjá øllum feløgunum. Sostatt var ætlanin, at vit hesuferð skuldu fáa eina lønarhækking, sum var 2,5% lægri enn tann, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hava fingið.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, siga, at hetta er óhoyrt í nýggjari fakfelagssøgu og at tey kundu sjálvsagt undir ongum umstøðum góðtaka eina slíka ráðagerð ímóti limum felagsins, sum teu nevna tað.
Undanførsla
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag siga, at tað er onki uttan undanførsla, tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at hetta verður gjørt fyri at sleppa undan ójavnum í sáttmálunum.
?Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður góðtikið, at júst limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag fingu 1% meiri í løn, enn limirnir í hinum arbeiðarafeløgunum hava fingið.
?Tá var tvær ferðir neyðugt hjá hinum feløgunum at fara í verkfall, fyri at fáa hendan ójavnan innaftur.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag vísa eisini á, at í 1999, tá ið samráðingar vóru seinast, høvdu Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík als ikki settu fram krav um at fáa tær sømdir, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fingu.
Tí kann tað ikki vera rætt, at tey nú skulu fáa hesar ágóðar framíhjá og sostatt fáa eina lønarhækking, sum er 2,5% ægri enn tað, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, kunnu fáa.
?Sostatt er tað eisini beinleiðis átaluvert, tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag roynir at geva fólki tað fatan, at øll feløgini hava fingið tilboð um somu lænarhækking, tí tað er skeivt.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag siga, at tey fara ikki at góðtaka, at teir 8.000 limirnir í teimum báðum feløgunum, skulu fáa eina lægri lønarhækking í ár, enn hini feløgini hava fingið.