Ætla at hava stórfingnan minningardag í Havn næsta ár

Hetta er fyri at æra tey, sum lótu lív og fyri at minna núlivandi ættarlið á tíðina, tá ið Føroyar vóru hersettar

Tórshavnar Býráð arbeiðir nú við at skipa fyri einum stórum minningarhaldi, sum skal vera í mai næsta ár. Talan er um eitt minningarhald í sambandi við, at tá vera tað 75 ár síðani, at hersetingin av Føroyum undir seinna heimsbardaga, endaði.

Tað er longu samtykt í mentanarnevndini og fíggjarnevndini í býráðnum, men tað skal eisini samtykkjast í býráðnum.

Yvir 200 føroyingar sjólótust við føroyskum og útlendskum skipum undir krígnum.  Og býráðið sigur, at ætlanin er, at eitt minningarhald um hetta serliga skeið í søgu okkara, verður hildið, bæði fyri at æra minnið um tey falnu, og eisini sum áminning til nútíðar ættarlið um hesa hending, sum á so mangan hátt hevur myndað land okkara síðani.

Í býráðnum halda tey, at dýri biðidagur, sum er fríggjadagin 8. mai, er ein hóskandi dagur at halda eitt slíkt minningarhald, umfamt at onnur tiltøk eisini kunnu vera um somu tíð.

Býráðið heldur, at eitt slíkt minningarhald eigur at vera hildið saman við landsstýrinum og øðrum viðkomandi pørtum.
Bretska hersetingin í Føroyum varð kallað Operation Valentine, og hon vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945, og onkuntíð vóru um 8000 bretskir hermenn í landinum samstundis.

Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945 og í øllum heiminum á heysti 1945.