Ætla at leita eftir "Hans Hedtoft"

Nú verður roynt at savna pening til eina kavaraferð, sum skal royna at finna grønlandsskipið "Hans Hedtoft", sum gekk burtur í januar í 1959

Skipsvanlukka ?
?
"Hans Hedtoft" hevði júst verið í Grønlandi á síni fyrstu ferð, tá tað gekk burtur sunnan fyri Hvarvið. Øll tey 95 fólkini, sum við vóru, sjólótust. Teirra millum var sandvíkiongurin Richard Jacobsen, sum var annar stýrimaður. Nú 51 ár aftan á vanlukkuna ætlar eitt kavaralið at leita eftir vrakinum.
Vanlukkan við "Hans Hedtoft" er ein av teimum mest umrøddu vanlukkunum í nýggjari danskari skipasøgu, og fleiri spurningar verða knýttir at henni. Fjarritarin á skipinum boðaði frá, at skipið hevði siglt á eitt ísfjall, men hesum ivast fleiri í. Tey hava hug at halda, at ein sveising í skrokkinum skrædnaði. Harafturat veit eingin við vissu, hvar vrakið liggur.
Nú ætla kavarin Thomas de Richelieu og fyrrverandi navigatørurin Claude Enoch at gera eina roynd at svara hesum spurningunum.
-Eg haldi ikki, at skipið rendi á eitt íafjall. Eg haldi, at tað var ein sveising, sum skrædnaði við maskinrúmið, sigur Thomas de Richelieu við Politiken. Hann og Claude Enoch vilja vera við, at "Hans Hedtoft" var ikki egnað til at sigla í ódnarveðri í Norðuratlantshavinum. Tað var heilt einfalt ikki nóg sterkt, siga teir.
Hinvegin ásanna teir, at enn hava vit bara boðini frá fjarritaranum um eitt ísfjall at halda okkum til. Men teir vænta, at myndir av vrakinum høvdu víst eina aðra orsøk.

Savna pening
Thomas de Richelieu og Claude Enoch hava í fleiri ár roynt at savna pening til ta ætlaðu kanningarferðina. Tá var ætlanin at savna sjey milliónir krónur, sum skuldu fíggja sjálva leitingina og myndatøkuna. Men hóast eitt nú grønlendska landsstýrið segði seg styðja ætlanina, eydnaðist tað ikki at savna tann neyðuga peningin.
-Vit fingu nógvar jaligar viðmerkingar, men ongar pengar, sigur Thomas de Richelieu við Politiken. Men hann ætlar sær ikki at sleppa ætlanini.
-Fleiri hava spurt meg, hví eg ikki sleppi ætlanini. Men eg kann ikki, tí hetta er ov stórt. Hjá mær er hetta ein dreymur, og sjálvt um eg sleppi ætlanini, sleppi eg ikki av við dreymin. Og so er tað neyvan nakar annar, sum fer at royna, sigur hann.
Tí eru teir nú farnir undir at savna pening til ætlanina. Hesaferð hava teir tó avalt at býta verkætlanina í tvey. Í fyrra umfari ætla teir at finna vrakið og at tryggja sær, at tað er vrakið av "Hans Hedtoft". Hesin parturin av verkætlanini er mettur at kosta tvær milliónir krónur, og fáa teir tann peningin, fara teir at leita eftir vrakinum.