Ætla at seta stóran kross á Høganes

Ein borgari á Skálafjørðinum hevur søkt Nes kommunu um eitt økið norðast á Høganesi til at seta ein stóran kross á.

 

Nes kommuna hevur í skrivi, dagfest 22. februar í ár, fingið umsókn frá borgara á Skálafjørðinum, sum søkir um loyvi at brúka eitt økið norðast á Høganesi til at seta ein kross á. Áðrenn umsøkjarin vendi sær til Nes kommunu við ætlanini, hevur umsøkjarin sjálvur havt samskifti við Búnaðarstovuna.

 

Hin 22. februar í ár fekk hann at vita frá Búnaðarstovuni, at tá talan er um almenn gagnlig endamál, er tað viðkomandi kommuna, sum eigur at standa fyri møguligum leigumáli av lendi. Umsøkjarin heitir tískil í skrivinum á Nes kommunu um at søkja Búnaðarstovuna um leigu av nevnda lendi til at seta ætlaða krossin á.

 

Á almennum bygdaráðsfundi í Nes kommunu hin 3. apríl í ár samtykti bygdaráðið einmælt at taka undir við tilmælunum frá teknisku nevnd, mentanarnevndini og fíggjarnevndini, sum mæla til, at Nes kommuna søkir Búnaðarstovuna um loyvi at leiga nevnda økið norðast á Høganesi.

 

Talan er í løtuni ikki um eina umsókn at byggiloyvi, men hetta snýr seg í fyrsta umfari um møguliga leigu av lendi til verkætlanina. Í Nes kommunu siga tey, at umsókn um byggiloyvi verður viðgjørd, tá ein ítøkilig verkætlan fyriliggur, og ítøkiliga umsóknin er komin.

 

Lesið meira í Sosialinum í dag, sum fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.