Eini 20 fólk vóru savnaði í Miðlahúsinum leygardagin, tá Plátufelagið Tutl hevði aðalfund Fundurin byrjaði við at greitt var frá virksemi í farna árinum. M.a Businessplan ætlanini, ið Tutl og Implementor hava arbeitt við seinasta árið. Implementor fæst við at effektiviserað smærri feløg, og styrkja um vinnuligu møguleikarnar. Ætlanin er at vaksa nógv um virksemi í framtíðini. Hetta krevur tó fígging, og tað er tað, ið Tutl arbeiðir við í løtuni.
Elin Heinesen greiddi frá Samvit og samstarvi við Tutl. Umrøddi m.a eitt komandi Art Information Center, ið eftir ætlan verður á Bryggjubakka. Urd Johannesen greiddi frá Kulturkontakt NORD, og kunnaði um nýggjar stuðulsmøguleikar, ið hetta ber við sær. Sunneva Eysturstein greiddi frá íslendsku klædnahandilsketuni Sputnik, og møguleikunum fyri samstarvi millum Tutl og Sputnik.
Eisini var greitt frá, hvat ið er framleitt farna árið. Í 2006 vóru næstan 50.000 eindir/fløgur framleiddar, og tað er meir enn vanligt. Higartil í ár eru 33.000 eindir/fløgur framleiddar.
Møgulig samstørv út í heim vóru eisini umrødd. M.a Rocking Factory í Belgia, har møguleiki er fyri føroyskari promo konsert í Bruxelles í mai næsta ár.
Roknskapurin fyri 2006 var lagdur fram, og uppskot um neyvari orðing í lógini stk. 3 viðvíkjandi limaskapi (Framleiðslulimaskapur og Einstaklingalimaskapur) var lagt fram, og viðtikið. Eingin stillaði upp til nevndarvalið, og nevndin heldur tí fram til februar 2008. Nevndin er framvegis: Ólavur Olsen formaður, Sólarn Solmunde nevndarlimur og Knút H. Eysturstein skrivari. Kristian Blak er dagligur leiðari.