Nú kappróðrarárið her heima er við at halla, dýkjur føroyska kappróðrafólkið í Danmark á. Tríggjar føroyskar kvinnur í høvuðstaðarumráðnum hava um vikuskiftið roynt seg í stórari kapping á Sorø. Talan er um tær tríggjar, Katrin Olsen, Katrin Rubek Nielsen og Sigrid Svartá , ið allar eru niðri í lestrarørindum, og rógva samstundis kapp í frítíðini. Umframt tær tríggjar, sum luttóku á Sorø, ger Beinta Hansen eisini nógv við kappróðurin í Danmark. Allar fýra hava róð kapp í fleiri ár her heima, báðar Katrinar og Beinta Hansen hava róð við Jarnbardi úr Havn, meðan Sigrid hevur verið á Hvessingi úr Sundalagnum
Føroyingarnir tvey fyrsta pláss
Kappróðurin í Danmark er heilt annaðleiðis skipaður enn her heima. Í Danmark hevur tú tað, ið kallast single- og double scullarar, sum kann yvirførast til ávikavist eitt- og tvey mannafør. Umframt eitt- og tvey mannaførini, eru fýramannafør,......
Róðursfólkið er eisini býtt upp í vektflokkar, har róðursfólkið verður bólka antin sum lættvektara ella tungvektarar.
Fram til kappingina høvdu Katrin Olsen og Katrin Rubek Nielsen vant í einum tvey-mannafari, meðan Sigrid Svartá hevði vant í eitt-mannafari. Kappast varð bæði leygardag og sunnudag , og ikki kann sigast annað, enn at føroyingarnir stóðu seg frágera væl. Katrin Olsen og Katrin Rubek Nielsen róðu báðar dagarnar, og vunnu tær sannførandi. Báðar róðrarnar vórðu tað heili sjey sekund niður til næstu luttakarnar. Sigrid róð bara sunnudagin, og henni eydnaðist eisini at vinna sín róður. Sigrid stóð onki aftanfyri hinar føroyingarnar, og hon vann eisini sannførandi, har munurin var níggju sekund til næsta bátin.
Føroyingarnar vóru sjálvsagt ovurfegnir eftir róðrarnar, og at nógva venjingin hevði borið ávøkstur. Tær siga úr Danamark, at tað alla tíðina hevur gingið framá, og tað at vinna kappingina í Sorø, hevur bara givið teimum betri mót uppá at gera enn meir við kappróðurin. Næsta kappingin verður í Keypmannahavn um ólavsøkuleitið, og tá fara føroyingarnir eisini at luttaka. Danska landsliðið verður við ta kappingina, og tað hevði verið sera spennandi hjá føroysku róðurskvinnunum at sloppið at roynt seg ímóti teimum. Vanligt er, at manningin á danska landsliðnum verður skift út av og á, og sjálvar meta føroyingarnir seg hava góðan møguleika at koma á landsliðið í framtíðini. - Eftir sigrarnar í Sorø, mugu vit vera ímillum tær fyrstu, sum fáa møguleikan at royna okkum á landsliðinum, siga føroyingarnir úr Danmark.
Venja nógv
Føroysku róðrarkvinnurnar venja einar átta ferðir um vikuna, og nú summarfrítíð er, hevur verið vant 12-14 ferðir. Venjingin fevnir bæði um fysiska og tekniska venjing. Serliga verður dentur lagdur á tað tekniska, og her hava føroyingar leitað sær hjálp frá Vagn Nielsen, ið er høgt í metum millum róðrarfólki í Danmark. Allar fýra róðurskvinnurnar hava róð nógv í Føroyum, men í Danmark er talan um heilt annað slag av kappróðri, og tí er nógv av venjingartíðini farið til ta teknisku venjingina. Vant verður bæði innan- og uttandura, og vánaliga summarveðrið hevur havt við sær, at føroyingarnir hava verið noyddir at vant nógv inni í seinastuni. Umframt nógvu venjingina, er neyðugt at eta sunt, og býarlívið síggja føroysku róðurskvinnurnar ikki nógv til.
Broyta samansetingina
Eftir kappingina í Sorø fara nakrar broytingar at fara í samansetingini. Katrin Olsen og Sigrid Svartá fara í framtíðini at rógva saman í tveymannaførðum í lættvekt, meðan Katrin Rubek Nielsen skal royna seg seg í eitt-mannaførðum í tungvekt. Umframt hesar broytingarnar, er ætlanin at manna eitt fýra-mannafarð til kappingina í Keypmannahavn á ólavsøku, men enn er ikkik greitt, um hetta verður til nakað. Væntast kann, at hetta fýra-mannafarð skal royna seg ímóti danska landsliðinum, og tí hevði tað verið spennandi, um hetta gjørdist veruleikið.