Níggju menn, sum vórðu handtiknir í Bretlandi tann 20. desember, høvdu lagt ætlanir um at søkja at fleiri kendum støðum so sum virðisbrævamarknaðinum í London, Westminster Abbey, Big Bin og amerikonsku sendistovuni í London á jólum. Tað kom fram, tá menninir vóru í rættinum í gjár, skrivar blaðið Daly Telegraph.
Sambært blaðnum hevur løgreglan funnið ein lista við møguligum álopsmálum, og aðrar upplýsingar vísa, at menninir høvdu verið á fleiri støðum og kannað viðurskiftini har.
Upprunaliga tók løgreglan tólv menn í London, Stoke og Caediff tann 20. desember, men tríggir eru síðani latnir leysir. Menninir, sum eru millum 17 og 28 ár, eru ættaðir úr Bangladesh, skrivar Daily Telegraph.