Teir tríggir unglingarnir, sum eru 14, 15 og 18 ára gamlir, vórðu tiknir, tá teir royndu at stjala ein bil.
Løgreglan sigur, at teir tríggir høvdu latið seg í síðan frakka, og at teir hóttu ein bilførara við vápnum, men at tað eydnaðist bilføraranum at sleppa til rýmingar. Løtu seinni kom løgreglan á staðið og tók teir tríggjar.
Tilburðurin var beint uttan fyri ein ungdómsskúla, og sambært tíðindastovuni AP hava teir tríggir greitt løgregluni frá, at teir ætlaðu sær at drepa tríggjar næmingar á skúlanum. Síðani ætlaðu teir at skjóta eftir fólki, sum av tilvild komu fram við skúlanum.
Løgreglan sigur, at teir tríggir unglingarnir høvdu tvær riflur, eina høglbyrsu, tvær skammbyrsur, knívar og 2.000 patrónir.