Ætlanin at leggja skúlar saman er bumbað í knús

Lærarafelagið hevur ein sterkan illgruna um, at samgongan hevur eina fjalda dagsskrá við ætlanini at umleggja føroyska fólkaskúlan og tí er ætlanin við at syndrast

- Stórfingna ætlanin hjá Helenu Dam á Neystabø um at umskipa allan tann føroyska fólkaskúlan, er við at verða bumbað í knús.
So avgjørdur er Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Tað var annars við opnum sinni, at Lærarafelagið tók undir við Helenu Dam á
Neystabø, tá ið hon kunngjørdi ætlanina um ein umfatandi skúlareform, har
skúlar skuldu samanleggjast og samskipast og skúlarnir skuldu fækka munandi
í tali.
Endamálið var at spara pening!
Men landsstýriskvinnan legði dent á, at spardi peningurin skal verða verandi
í skúlaskipanini. Men við umleggingunum fer at bera til at fáa ein nógv betri
fólkaskúla við tað, at játtanin verður gagnnýtt betri til eina betri
undirvísing.
Landsstýriskvinnan var sannførd um, at hetta er einasti máti at lyfta
fólkaskúlan upp á eitt hægri støði, tí tað er ikki væntandi, at játtanin
fara at hækka nakað serligt tey næstu árini.

Fjald dagsskrá
- Hetta var ein ætlan, sum Føroya Lærarafelag tók fult undir við og sum
felagið var sinnað at samstarva við landsstýriskvinnuna um, sigur Magnus
Tausen.
Men nú hevur Lærarafelagið ein sterkan illgruna um, at samgongan arbeiðir
við eini fjaldari dagsskrá.
- Vit hava ein illgruna um, at veruliga endamálið við at umskipa skúlan, er
at spara pening, sum síðani skulu brúkast til at typpa hol aðrastaðni í
fíggjarlógini við, sigur Magnus Tausen.
Hann sigur, at tað eru ymsar fráboðanirnar úr politiska umhvørvinum
seinastu tíðina, sum hava kynt uppundir illgrunan um, at veruliga
endamálið við at leggja skúlar saman, er ikki at frígeva pengar, sum síðani
skulu verða verandi í skúlaskipanini fyri at lyfta skúlan upp á eitt hægri
støði.
- Vit hava ein sterkan illgruna um, at endamálið er eina og aleina at finna
sparingar, sum so skulu brúkast til at fíggja ymisk hall aðrastaðni á
fíggjarlógini við.
- Sostatt fara sparingarnar ikki at koma fólkskúlanum til góðar og so er
endamálið við umskipingini eisini fokið.


Magnus Tausen leggur dent á, at hann ivast ikki í, at sjálv hevur
landsstýriskvinnan í mentamálum spælt við púra opnum kortum og at hennara
veruliga ætlan er, at styrkja skúlan.
- Tað hevur alla tíðina verið grundarlagið undir samskiftinum millum
lærarafelagið og mentamálaráðið um skúlareformin.
Tað eru meiri fráboðanir frá øðrum kreftum í samgonguni, sum ørkymlað hann.
Í sambandi við fíggjarlógina hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
beinleiðis nevnt í fjølmiðlunum, at fólkaskúlin skal umleggjast fyri at
útvega eina sparing fyri at minka hallið á fíggjarlógin.
Samstundis hevur fólkaflokkurin gjørt seg til talsmann fyri lønarsteðgi og
fyri at skerja almennu útreiðslurnar.
Samstundis verður alsamt tosa um, at almenni geirin skal minka.

Dottið sundur
Magnus Tausen sigur, at so er alt endamálið við skúlareforminum dottið
sundur.
- Tað verður greiðari og greiðari fyri okkum, at veruliga endamálið við
umleggingini er at finna ein posa við pengum, sum skal takast burtur úr
skúlaverkinum og avleverast til landsstýrismannin í fíggjarmálum, so at hann
kann brúka peningin til at minka hallið á øðrum økjum á fíggjarlógini við.
Magnus Tausen staðfestir, at hetta hevur gjørt, at hugurin hjá
Lærarafelagnum at vera við í skúlareformonum, er við at fella heilt burtur.
- Tað er ótrúliga ørkymlandi, at politisku fráboðanirnar um sama mál eru so
ymiskar.

Rokning til børnini
Hann leggur dent á, at Lærarafelagið fer ikki at vera við í eini ætlanin,
sum hevur til endamáls at drena skúlaskipanina fyri pengar.
- Vit vera ikki við í eini slíkari ætlan, uttan at vit fáa politiska trygd
fyri, at pengarnir, sum verða spardir, verða verandi í skipanini.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at hann kundi væl ført fram, at
skúlaverkið hevur brúk fyri væl størri játtan.
- Men sum støðan er nú, skilir hann, at rúm verða ikki fyri at hækka
játtanina nakað serligt.
Men so mikið størri týdning hevur tað, at játtanin heldur ikki minkar, men
verður gagnnýtt sum frægast.
- Næstan allar útreiðslurnar til skúlaverkið eru læraralønir og tað slepst
ikki uttanum at hvør einasta króna, sum verður skarvað av játtanini til skúlaverkið, er
ein króna, sum verður tikin frá undirvísingini. Og sostatt er tað ein rokning til eitt barn, sum ikki hevur nóg nógv frammanundan.

Berjast við hond og fót
Magnus Tausen vísir á, at hesi næstu nógvu árini, hækkar útreiðslan til
skúlaverkið einar 2,5 milliónir um árið, bara til eftirløn til
sáttmálasettu lærararnar, sum verða settir í starv fyri tænastumannasettar
lærarar og til broytingar í sambandi við starvsaldur.
- So bara tað, at játtanin stendur í stað, førur við sær, at játtanin til
undirvísingina minkar næstan 2,5 milliónir um árið.
- Bara fyri at halda støðið, skal játtanin til skúlaverkið sostatt hækka
næstan 2,5 milliónir um árið. Og tá er enntá ikki rokna við einari krónu í
lønarhækking til lærarar.
Hann leggur dent á, at kravið frá Lærarafelagið verður sostatt, at trygd
skal fáast fyri, at játtanin til skúlaverkið í minsta lagi verður varðveitt.
- Tað er øgiliga grundleggjandi fyri okkum og fáa vit ikki hesa trygdina,
fara at vit at arbeiða við hond og fót ímóti skúlareforminum og ímóti
hvørjari krónu, ætlanin er at skarva av játtanini.
- Men fáa vit tað trygdina, skulu vit ganga í fremstu røð at seta reformin í
verk, leggur hann afturat
Les eisini greinina: Jóannes Eidesgard er rørandi samdur