Ætlar at fylgja væl við damunum á Vaglinum

Vit mugu ansa eftir, at ikki alt fer av sporinum, sum er avgreitt í undanfarna býráði

– Tað skal eingin ivi vera um, at vit fara at fylgja sera væl við, hvat hesar damurnar á Vaglinum gera.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn og núverandi býráðslimur, í eini fráboðan í dag.

 

Og damurnar, hann sipar til, er núverandi meiriluti í Tórshavnar Býráð, sum er mannaður við tveimum mannligum býráðslimum og fimm kvinnuligum býráðslimum, harav ein er borgarstjóri og ein annar er varaborgarstjóri.

 

Og eitt av málunum, Heðin Mortensen ætlar sær at hava eitt vakið eyga við, er vegurin, ætlanin er at gera úr Eysturoyartunlinum til Havnar.

 

Stutt áðrenn undanfarna býráð legði frá sær á nýggjárinum, varð ein avtala gjørd ímillum býráðið og landsstýrið um, hvønn veg, vegurin skal ganga, og hvussu útreiðslurnar skulu býtast ímillum tunlafelagið, landskassan og býráðið.

 

Men nývaldi borgarstjórin, Annika Olsen, gjørdi fyri stuttum vart við, at hon er ikki nøgd við semjuna og tí vil hon hava eina aðra loysn.

 

Í hesum sambandi skuldi tað eisini viðgerast um tað var ein loysn eg gera tunnil heilt av Hvítanesi til Havnar. Og nú skuldi samráðingar verða ímillum býráðið, landsstýrið og tunlafelagið um eina nýggja loysn.

 

Men Heðin Mortensen kallar hetta eina roynd hjá borgarstjóranum at sleppa eini lítlari bumbu fyri at fáa fólk at hugsa um onnur viðurskifti enn veruligan politikk.

 

Men Heðin Mortensen staðfestir, at málið um vegin er avgreitt, og at talan er um eina góða og bíliga loysn fyri kommununa.

 

– Nú skal alt brádliga kollveltast. Tað  ljóðar kanska gott í oyrunum á summum, men  tað er skjótt at síggja, at her er einki høpi í, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann sigur, at avtalan, sum er gjørtd, ber í sær, at landið rindar allan kostnaðin av at innkomuvegurin verður gjørdur av Hvítanesi til Krákugjógv, umframt at landið rindar fyri allar íbindingar í kommunalar vegir.

 

Hann heldur samstundis lítið um sjónarmiðið hjá Anniku Olsen um at kanna møguleikan fyri at gera ein tunnil av Hvítanesi til havnar, tí hann fer at kosta hundraðtals milliónir, har avtalan, sum longu er gjørd, er ókeypis fyri kommununa.

 

– Her er ikki talan um nakran tunnil í dýrum dómum, sum kommunan einsamøll skal gjalda, men um eina haldføra vegaloysn, ið landið ber allar útreiðslur av, sigur Heðin Mortensen.

 

Annars kann viðmerkjast, at tá ið býráðið samtykti semjuna við landsstýrið um innkomuvegin, vóru fleiri býráðslimir ivasamir, tí eftir avtaluni, skulu bilar fyrst koyra norðureftir, áðrenn teir koma á innkomuvegin aftur ímóti Havnini.