Verkfalsrættur
? Hetta er rætt og slætt óhugnalig tankagongd.
Nú Bjarni Djurholm ætlar at reisa spurningin um at tryggja, at aling og annað djórahald, ikki kunnu vera rakt av verkfallum framtíðini, skal hann ikki vænta sær hjálp frá fakfeløgunum.
Landsstýrismaður í vinnumálum segði í Sosialinum í farnu viku, at hann fór at reisa spurningin um at gera eina lóg, sum tryggjaði, at tað í vissum skuldi bera til at friða aling og annað djórahald fyri verkføllum. Tað, hann hugsar um, er mest í sambandi við niðurberjing av sjúku ella aðrar neyðstøður.
Ingeborg Vinther, formaður í landsins størsta fakfelag, heldur, at tankagongdin er óhugnalig.
?Hetta er so ódemokratisk og fakfelag fíggindalig tankagongd, sum hugsast kann og hon brýtur við alla siðvenju á hesum øki, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hetta er onki uttan ein roynd at skerja rættindini hjá fakfeløgunum at fara í verkfall.
?Hetta er eitt øki, sum politiski myndugleikin skal halda seg langt vekk frá, tí verkfalsrætturin er so grundleggjandi í samfelagnum, sum nakað kann vera.
? Hetta er tað bera diktatur. Hatta er fólkaflokspolitikkur, tá ið hann er best, sigur hon.
Men hon leggur afturat, at tað undrarhana ikki, at júst hetta kemur fram í hesi samgonguni.
? Tó vil eg fegin síggja restina av landsstýrinum og samgonguni taka undir vi hesum. Men tað hendir kanska, tí tað er ikki av ongum, at Arbeiðsgevarafelagið kunngerð í ársfrágreiðing síni, at tað tekur fult undir tí føra politikkinum og helst helst vil hava sama politikk førdan í framtíðini, sum higartil er førdur undir í hesi samgonguni.
Tað, sum hevur birt uppundir kjakið at friða djórahald og aling fyri verkføllum, er støðan sum tók seg upp á Funningsfirði í vár, har tað varð sagt, at verkfallið tarnaði arbeiðnum at berja sjúkuna niður.
?Hatta passar yvirhøvur ikki, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at 14 dagar eftir, at verkfallið var av, var framvegis ikki ein tann einasti sjúkur laksur í Funningsfirði, dripin. Støðan var ikki álvarsligari enn so.
Hon leggur afturat, at arbeiðsgevararnir vistu frammanundan, at bleiv verkfall, fóru ongi undantøk at verða givin. So teir valdu støðuna sjálvur.
? Tað skulæu altíð tveir partar til at samráðast.
Hon leggur afturat, at skuldi sjúka tikið seg upp aðrastaðni, enn í einum alibrúki, eitt nú í einum fjósi, so er tað onki verkfall, sum forðar einum bónda í at skjóta eina kúgv, ella báðar tvær. Bøndur eru heldur ikki limir í fakfeløgunum.
Har ein skriða......
Ingeborg Vinther ivast ikki í, at eydnast tað fyrst at lóggeva á økinum, so at okkurt øki verður friðað fyri verkfalli, verður tað bert byrjanin til fleiri øki.
? Tað verður ein skriða, sum fer á rull og verður fyrst eitt undantak gjørt, verður ikki leingi, so koma næstu undantøkini. So verður tað Landssjúkrahúsið, sum skal friðast, so ellis- og røktarheimini, so okkurt heilt fjórða, og so er at enda allur verkfalsrætturin so undirgravaður, at besta vápnið fyri betri korum heilt er tikið frá fakfeløgunum.