Ein 71 ára gamal fraklendingur ætlar um Atlantshav í serstakari tunnu.
Hann hevur lagt frá landi frá Kanariuoyggjunum í stóraru tunnu, sum hann vónar førur hann til Caribia í marsmánað.
Jean- Jacques Savin hevur sjálvur bygt tunnuna, og tað hevur tikið honum fleiri mánaðar. Tunnan siglir 2 til 3 kilometrar um tíman, og ætlanin er bert at koma vegin fram við at nýta havstreymarnar. Fylgjast kann við ferðini á netinum, og seinnapartin var hann 30 kilometrar útfyri oynna El Hierro, har hann eisini legði frá landi.
Tunnan er 3 metrar long, og 2.10 metrar breið. Hon vigar 450 kilo, tá hon er tóm, og inni í er uppihaldsrúm á seks fermetrar við køki, bóli og goymsluplássi. Eitt kúgveyga í botninum gevur møguleika at síggja fisk, og annað, ið kemur fram við serstaka farinum.
Fíggjarætlanin fyri ferðina er á leið 450.000 krónur.