Útlendingamálið er væl úr hondum greitt

Annika Olsen, Løgtingskvinna
----

Í útvarpinum í gjárkvøldið greiddi løgmaður frá ivamálum í samband við yvirtøkuna av útlendingaøkinum. At sambandsflokkurin og løgmaður eru í iva um eina yvirtøku, skilji eg væl, men tað er ikki rætt, at tað eru so nógv ivamál í samband við yvirtøkuna, sum løgmaður vil vera við. Sum landsstýriskvinna við málinum um hendi fram til 6. april 2011, var meiri og minni alt komið undir land í samband við yvirtøkuna, tó vantaði svar frá Schengen, hvat viðvíkur marknaðeftirlitinum. Hetta var høvuðsorsøkin til, at yvirtøkan ikki varð løgd fyri Tingið fyri síðsta framløgudag, sum var 1. mars. Svarið kom seinni í apríl frá donsku myndugleikunum um, at tað juridiskt ikki er nakað í vegin fyri at yvirtaka marknaðeftirlitið og framhaldandi vera ein partur av Schengensamstarvinum. Nú varðar løgmaður sjálvur av yvirtøkulógini, og er tað løgmaður, sum formliga skal fremja yvirtøkuna vegna landsstýrið og leggja lógina fyri Tingið. Tá tað nú framhaldandi verður sagt, at so nógv ivamál eru í samband við yvirtøkuna, so eru hetta allarhelst reinar undanførslur hjá minnilutasamgonguni. Vit sóu hetta í ólukkumáta í samband við yvirtøkuna av sakførarastarvsemi, ein yvirtøka har alt lóggávuarbeiði, kunngerðir og eftirlit var komið uppá pláss, tá vóru tað bara onkrar aðrar undanførslur frá umboðum hjá minnilutalandsstýrinum fyri ikki at fremja yvirtøkuna. Um so er, at man í landsstýrinum er komin eftir, at onkur viðurskifti skulu greinast nærri, so er 1½ ár til at fáa hetta greitt, tí útlendingaøkið verður fyrst formliga yvirtikið 1. jan. 2013.
Sambært innlendismálaráðnum er fyrisitingarligi kostnaðurin av yvirtøkuni 5 mió. Hetta er íroknað tær 2,2 mió., sum útlendingastovan hevur at ráða yvir í dag, og sostatt skulu 2,8 mió. finnast á fíggjarlógini fyri 2013. Tað verða neyvan hesar 2,8 mió., sum koma at føra okkum í búskaparligt óføri, havandi í huga m.a., at landsstýrið bar eina Saltsiloverkætlan í Tingið, sum varð samtykt á miðjari nátt uttan at vita, hvat endaligi rakstrarkostnaðurin verður av verkætlanini, og hvør skal hava ábyrgd av hesum rakstri í framtíðini. Hinvegin kann yvirtøkan av útlendingamálinum vera við til at styrkja um inntøkumøguleikarnar hjá Føroyum í samband við eitt nú tey 4 frælsini.
Eg fegnist um, at sjálvstýrisflokkarnir, Tjóðveldi, Framsókn, Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hava tikið stig til at yvirtaka málsøkið útlendingamál og marknaðeftirlit. Talan er allarhelst um nokk best fyrireikaðu yvirtøku nakrantíð. Undir fullveldislandsstýrinum arbeiddi táverandi løgmálaráðharrin, Høgni Hoydal, við yvirtøkuni og stórt og drúgt útgreiningararbeiði varð gjørt tá. Ùtlendingastova er síðani sett á stovn, sum nú í longri tíð hevur verið hoyringsmyndugleiki á økinum og harvið hevur upparbeitt eina vitan og kunnleika til økið. Leingi væntaða útlendingakunngerðin varð sett í gildi í 2010. Felags yvirlýsing er undirskrivað, har man hevur endað politisku tingingarnar millum stjórnirnar báðar. Hetta er eitt krav sambært yvirtøkulógini.
Harumframt er integrasjónsálit skrivað, sum skal vera grundarlag undir einum komandi integrasjónspolitikki í Føroyum, har m.a. kunnleikin hjá útlendingum til føroyska málið og føroysk samfelagslig viðurskifti skulu styrkjast. Leggjast skal afturat, at óansæð, um yvirtøkan verður framd ella ikki, er tað neyðugt, at vit taka okkum av teimum 883 útlendingunum, sum eru í Føroyum í dag, og geva teimum tey bestu málsligu, mentanarligu og samfelagsligu amboðini, sum eru neyðug fyri, at hesi kunnu virka í tí føroyska samfelagnum. Hetta verða vit undir øllum umstøðum noydd at leggja upp fyri í teimum komandi fíggjarlógunum. Ì integrasjónsálitinum er kostnaðurin av tiltøkum í samband við integrasjón ásettur til áleið 7,2 mió. Hetta er íroknað málskeið, tulkatænastu, málundirvísing, eykaundirvísing í fólkaskúlanum til børn við øðrum etniskum uppruna, undirvísingartilfar, samskipanarfunktiónir v.m.
Til seinast men ikki minst fer yvirtøkan at bøta um ta manglandi rættartrygd, mangir útlendingar í Føroyum hava liðið undir í mong ár. Umsóknir hava ferðast millum danskar og føroyskar myndugleikar, og ongin hevur viljað tikið ábyrgd av teimum mannalagnum, sum mangan eru komnar í klemmu av hesum fyrisitingarliga og bureaukratiska ruðuleika, ið hevur valdað. Tískil er tað uppá hægstu tíð, at vit í Føroyum taka fulla ábyrgd og fáa fullan avgerðarmyndugleika á økinum, og at tað verða føroyingar og ikki danir, sum koma at avgera, hvussu okkara útlendingaøkið verður fyrisitið.