Útlendingar á Eiði skeið í føroyskari mentan

Vilja vit integrera fólk í samfelagið, so krevur tað, at tey vita eitt sindur um samfelagsviðurskifti, sigur borgarstjórin.

20. juni fingu 12 útlendingar úr seks ymiskum londum, sum búgva á Eiði, skeiðsprógv í sambandi við, at teir hava verið á skeiðunum: Mál, Mentan, Samfelag.

 

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, greiðir frá, at hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt skeið hevur verið hildið. Kommunan hevur bjóðað skeið í føroyskum til útlendingar, men hetta var eitt skeið í viðkomandi samfelagsviðurskiftum.

 

 

Undirvíst hevur verið í føroyskum gerandisviðurskiftum, høvuðshendingum í Føroya søgu og í føroyskum familju-, skúla- og barnagarðsviðurskiftum.

 

- Hetta er ein tørvur, sum vit hava møtt. Vilja vit integrera fólk í samfelagið, so krevur tað, at tey vita eitt sindur um samfelagsviðurskifti. Vit hava fingið afturmeldingar frá luttakarum, sum siga, at tey hava lært meir hesar vikurnar, enn tey mongu árini tey hava búð í Føroyum, og tí er tað absolutt nakað, sum vit meta at tørvur er á, sigur Jógvan í Skorini. 

 

 

Hann ivast tó í, um skipað verður fyri sama skeiði aftur, men heldur at tað óivað verður bygt víðari uppá hetta skeiðið soleiðis, at tey, sum hava luttikið eisini møta upp til næsta skeið.

 

 

Í sambandi við prógvhandanina varð skipað fyri einum altjóðakvøldi, har borðreitt varð við mati úr londunum, haðan útlendingarnir koma. Til bar eisini at síggja klæðir og lutir úr heimlandinum hjá skeiðsfólkunum. Lærarar á skeiðunum hava verið Tórhild og Rúni Bjarkhamar.

 

Tað eru eini 26 útlendingar í Eiðis kommuni úr 9 ymiskum londum, sigur borgarstjórin.