Á nýggjari heimasíðu avdúkar Útlendingastovan nú eisini sítt nýggja búmerki
Á nýggju heimasíðuni hjá Útlendingastovuni www.utlendingastovan.fo verður lagt út kunnandi tilfar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Í fyrstu atløgu er heimasíðan á føroyskum máli, men verður í næstum eisini tøk á enskum.
Búmerkið og sjónligi samleikin hjá Útlendingastovuni hava miðað seg eftir hesum: felagsskapi, margfeldi og samanrenning.
Føroyskt sanngildi er eisini flættað inn í búmerkið - íblásturin er fingin úr føroyskum dansi og handarbeiði.