Útlitini fyri fiskivinnuna

Útgangsstøðið í fiskivinnuni
Tað hevur neyvan verið so nógv?ur fiskur við Føroyar sum nú og ongantíð hava føroysk skip fiskað so stórar nøgdir í Før?oysk?um øki sum í dag. Hetta kemst av tí “sunami-líknandi flóð?aldu” av uppisjóvarfiski, sum kemur inn í føroyskt sjóøki av makreli, sild, svartkjafti og gul?laksi.
Vit eiga sjálvandi okkara part av hesum fiskastovnum. Vit hava gjørt avtalur um svartkjaftin, men tá ongin av?tala fekst um makrel og sild, hava vit ásett okkum sjálvum 150.000 tons av makreli og 105.000 tons av sild. Henda av?gerð?in meti eg verða rætta, tá ong?in avtala kundi fáast við hini strandalondini.
Hesar fiskakvotur eru fígg?jar?liga grundarlagið fyri tey skip, sum fiska uppisjóvarfisk. Við tað, at hesi skip hava ment eina móttøkuskipan umborð,  sum ger tað gjørligt at føra all?an fiskin við góðari góðsku til lands, at verða virkaður til mat?na, so gevur hetta nógv arbeiðið á virkjunum á landi, minkar um arbeiðs?loysið og gevur øktar inn?tøk?u?r til land og kommunur og økir um okkara útflutning.
So langt er hetta ein sól?skins?søga fyri alt tað føroyska sam?felagið. Tí er tað ein stór polit?isk uppgáva at forða fyri, at tær hóttan?ir, í formi av handilsbanni frá ES og Norra móti Føroyum, ikki gerast veruleiki.

Ávirkanin av uppisjóvarfiskinum
Tað er heilt natúrligt, at henda ógvus?liga innrás av makreli, sild, svartkjafti og gullaksi, hev?ur sína ávirkan á tilgongd og vakstr?ar?møgu?leikar hjá botn?fiska?stovnunum undir Før?oy?um. 
Tá makrelur kemur inn í før?oyskt sjóøkið, inn á føroyska landgrunnin, ja heilt inn á firðir?nar, í jagstranini eftir føði, fyri at eta seg feitan í føroyskum sjó?øki, so gloypur hann øllum, sum “rekur fyri kjaftin”, so sum æti, brisling, toskayngul, húsu?yngul o.a. Hetta gongur út yvir botnfiskastovnarnar und?ir Før?oy?um – og tað kann prógv?ast.
Sama er við sildini og svart?kjafti?num, sum eisini koma í stór?um nøgdum inn í føroyskt sjó?øk??ið, og føða seg við tí æti o.a. sum er í sjónum.
Avleiðingin er, at tað verður ein avmarkað nøgd av føði til botn??fiska?sløgini undir føroyum, og tá t.d. makrelurin etur bæði føð??ina og toska- og hýsuyngul, so verður tilgongdin av toski, hýsu og upsa so gott sum eingin - ikki orsakað av veiðutrýsti frá heima?flotanum - veiðutrýstið hev?ur ongantíð verið so lítið sum seinastu tíðina, men veiðan er lág heldur av natúrgivnum um?støð?um. Tí meti eg, at so leingi vit hava slíka nøgd av uppi?sjóvarfiski í føroyskum sjó?øki, verð?ur tilgongdin til botn?fiska??stovnarnar sera av?mark?að?ur.

Betra veiðumøguleikar hjá heimaflotanum
Eg rokni ikki við, at botn?fiska?stovnarnir undir Føroyum koma at vaksa nakað av týdn?ingi, so leingi vit hava hesa veld?ugu innrás av uppi?sjóv?ar?fiski á hvørjum árið.
Tí er neyðugt, at vit útvega heima?flotanum, sum er grund?ar?lagið fyri, at arbeiðið er á flakavirkjunum, betri veiði?møgu??leikar og rættindi aðra?stað?ir, t.d. í Íslandi, Grønlandi, Flemish Cap, Norra, Ruslandi o.a., so skip, manningar og fiska?virki fáa fíggjarliga úrtøku av ar?beiði sínum.
Her vil eg vísa á Flemish Cap, sum er ein sonn sólskinssøga fyri línuskipini,  manningar og flakavirki í Føroyum, sjálvt um tað vóru nógv sum hildu, at hetta við línuskipunum á Flemish Cap ikki lat seg gera, og sjálvt um arbeiðið í Fiski?mála?ráð?num langt frá var nøktandi við?víkjan?di kvotuni á Flemish Cap o.a.
So latið okkum halda fram við at betra um møguleikarnar hjá fiskivinnuni og alivinnuni - tí á hesum økjunum eru vit teir bes?tu.