Útnorðurmiðil ein møguleiki

Eitt ítøkiligt uppskot um at seta eina tíðindatænastu fyri alt NORA-økið á stovn varð lagt fram á NORA-ráðstevnuni í Keypmannahavn í gjár.

Ingolf S. Olsen
----
Ein norðuratlantisk online tíðindatænasta. Tað er amboðið at tryggja betri tíðindaflutning um týðandi evnir í NORA-økinum og gera tað møguligt hjá miðlunum og journalistunum í økinum at liva upp til sína skyldu sum varðhaldshundar.
Hesa niðurstøðu er Norðuratlantiska Hugverkstaðið, ið var stovnsett í 2011 sum ein partur av NORA-samstarvinum, komið til, og á NORA-ráðstevnuni á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn í gjár legði hugverkstaðið eitt ítøkiligt tilmæli um eina slíka tíðindatænastu fram.
Tað var Tine Pars, rektari á lærda háskúlanum í Grønlandi og limur í hugverkstaðnum, ið legði tilmælið fram.
Lítil vitan um grannan
Tilmælið hevur rúgvusmikla argumentasjón fyri einum tíðindasamstarvi í økinum, og samsvarar argumentasjónin sera væl við teir høvuðstrupulleikar, ið vóru umrøddir á NORA-ráðstevnuni.
Miðlarnir í londunum ella økjunum í NORA arbeiða við somu høvuðsevnum, til dømis fiskivinnu, oljuleiting og –framleiðslu og veðurlagsbroytingum, men kortini veit fólkið í einum NORA-øki lítið og onki um hesi viðurskifti í hinum økjunum.
Samstundis er trupulleikin við sera tøttum tøttum sambandi millum journalistar og keldur tann sami í øllum økjunum. Við eini felags redaksjón og átaksbólkum, ið kunnu ferðast runt í øllum NORA-økinum at gera dygdargóðan journalistikk um viðkomandi evni, minkar eisini hesin trupulleikin.
Fasthalda teim ungu
Ein onnur jalig avleiðing av einum tøttum miðlasamstarvi við eini ítøkiligari online tíðindatænastu er, at alt økið verður meira umrøtt, og spennandi menningin innan vinnu og mentan kemur í brennidepilin í sjálvum økinum. Hetta kann verða við til at halda fast í teimum ungu, sum í dag rýma inn í stóru býirnar og evropeisku miðøkini.
Í tilmælinum verður skotið upp, at tíðindatænastan hvønn dag kemur við tíðundum úr øllum NORA-londunum og Arktis um vinnu, virðisskapan og politikk viðvíkjandi økinum.
Eisini verður skotið upp, at tíðindatænastan skal verða mannað við journalistum úr øllum londunum/økjunum í NORA, og at hon skal hava fastan bústað onkustaðni í økinum – onki uppskot er tó um, júst hvar hon skal verða. Seinni eiga onnur lond, ið eisini hava seráhuga í Norðuratlantshavinum og Arktis at koma við. Hesi eru Skottland, Russland, Kanada og USA.
Í sjálvum tilmælinum stendur onki ítøkiligt um fígging av einum felags NORA-tíðindatænastu, men Tine Pars segð seg vóna, at Norðurlandaráðið fór at vísa hugskotinum áhuga og verða við til at fíggja tað.