Tobbi aftur í leiðsluna

Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi tingmaður, er nú aftur í leiðsluni í Tjóðveldi.

Hann er nú valdur í starvsnevndina hjá flokkinum, eftir uppskoti frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag, har hann sjálvur er formaður.

Felagið metti, at nú flokkurin ongan tinglim átti norðanfyri Havnina, var tað neyðugt at styrkja umboðanina hjá hesum økjum í floksleiðsluni.

Frammanundan er Óluva Klettskarð úr Klaksvík, forkvinna í aðalstjórnini og sostatt fyrisitingarlig næstforkvinna í flokkinum.

Tí skeyt Eysturoyar Tjóðveldisfelag at velja Tórbjørn Jacobsen í starvsnevndina.

Samstundis hevði Jónfríð Hjelm í Vági boðað frá, at hon tók ikki við afturvali, so Tórbjørn Jacobsen varð valdur uttan tað stóra hóvastákið.

Men hann avsannar, at hetta skal takast sum ein ábending um, at hann er á veg aftur upp í politikk, sum so.

- Hetta er ikki ein ábending um, at eg fari at stilla uppaftur, tí tað havi eg avgjørt ongar ætlanir um, sigur hann.

Í starvsnevndini eru annars, Høgni Hoydal, formaður, Sirið Stenberg, politisk næstforkvinna, Kristina Háfoss, sum umboðar tingmanningina, Regin Winther Poulsen, sum umboðar Unga Tjóðveldi og Áki Jacobsen, sum er kassameistari.