Torbjørn Jacobsen er farin í beinleiðis samstarv við Óla Breckmann. Sum eitt menniskja, ið kennir seg sannført um, at fasistar eiga at haldast burtur frá valdi her í samfelagnum, "frystast burtur", ræðir tað meg sjálvsagt vaknandi-upp-um-náttina-ýlandi, at "Che Tobbi" og "Pinochet Óli" eru blivnir vinir. Kanska havi eg misskilt, hvør Tobbi er.
Tað, eg sipi til, er sjálvandi fyrst og fremst tað, at teir herfyri saman komu við eini inniligari áheitan um at fáa arbeiðsfrið í samgonguni. Vorherre bevares! Tobbi, ið sum landstýrismaður við mentamálum kallaði løgmann danskan skutilsvein o.a., og Óli, sum frá tingsins røðarapalli samanbar tjóðveldisflokkin á tingi við banafólk Krists.
Men undan hesum - ið helst var lokabragd móti formanninum í Tjóðveldisflokkinum, sum við nógvum bátslongdum er tann betri av teimum báðum (men tað er so annað kjakevni) - tykist eitt óhugnaligt vinarlag at hava útviklað seg millum hesar báðar ekstremu "ideologarnar". Vit hava eitt nú mangan sæð teir samarbeiða - saman við øðrum - rættiliga kontroversielt í fíggjarnevndini. Hetta kann sjálvsagt tulkast sum, at teir av tilvild hava havt somu prinsippiellu fatanir. Eg eri heldur ikki ósamdur í øllum, teir hava fingist við í hesum arbeiði.
Men eg havi verið vitni til eina telefonsamrøðu - ert tú í somu stovu sum tann, ið snakkar í telefon við Torbjørn Jacobsen, so hoyrir tú hann - har orðalagið var so ja-ligt mótvegis Óla Breckmann, at eg bleiv illa tilpassar og mátti sleppa mær út.
Til tey av tykkum lesarum, sum hugsa: "Neimen, tað er jú burturvið, sum hasin Rógvi skrivar! Ein eigur ikki at vera persónligur í politikki!", fari eg at siga "JÚ!!!" Tað var persónurin Óli Breckman, sum fór á vitjan hjá apartheid-regiminum í Suðurafrika á sinni - tá tað hevði verið at skotið seg sjálvan í fótin hjá einum og hvørjum politikara aðrastaðni á okkara leiðum, uttan í Føroyum - fyri at sýna sín persónliga stuðul til hetta regimið, sum bukaði ovurintelligenta og ófatiliga skynsama og siðiliga andstøðingin Steven Biko til deyðis. BUKAÐI til deyðis!!!
Fólkatingsvalið eftir fekk Óli ein fjórðing av atkvøðunum!! Eg má spyrja: Eru føroyingar eitt fólkaslag við heilt øðrum grundleggjandi hugsjónum enn londini, føroyingar annars plaga at dáma at samanbera seg við? Tað sýnist sanniliga so.
Tað var menniskjað Óli Breckman, ið persónliga og virkið sýndi nú falnað apartheidstýrinum í Suðurafrika stuðul við teirri grundgeving at t.d. Nelson Mandela og Steven Biko bert vóru kommunistiskir ófriðarkroppar.
Tað var ómenskan Óli Breckman, sum hevði hesa stuttu, køldu og óndu viðmerkingina um illgerðirnar hjá Augusto Pinochet: "Tú kanst ikki gera eina omelet uttan at bróta nøkur egg"! Eftir at vera komnir til valdið við hernaðarkvetti á sinni - við amerikanskari strategihjálp og hernaðarútgerð - stúvaðu høgravendu fasistarnir í Chile stuðlarnar hjá stórmenninum Salvador Alliende (einasta demokratiska kommunistiska ríkisleiðara, eg veit um í søguni) inn í eitt fótbóltstadion og sorlaðu tey til deyðis. Nógv av líkunum vóru so illa hagreidd, at avvarðandi ikki kendu tey aftur. Tilvildarligar píningar og avrættingar uttan rættartrygd hildu fram í mong, mong ræðulig áratíggjur. Hugsjónarmaðurin í Fólkaflokkinum, Óli Breckman, hávirdi hetta, í hansara avbronglaðu veruleikauppfatan, "liberala" samfelag.
Eigur slík ómenska sum Óli ikki - í so stóran mun sum gjørligt - at boykottast av politikarum sum Tobba???
Men hvør er Torbjørn Jacobsen í grundini? Hesin maður, sum hongdi fjepparamyndina hjá sær av Che Guevara upp á kontórinum og í buldrasligu landsstýriskarrieru síni av eintingum skippaði grundlógardagin sum hálvan frídag til frama fyri altjóða arbeiðaradagin. Hann hoyrir væl til ytsta vinstravongin í føroyskum politikki, eins væl og Óli til ytsta høgravongin!? Globalt sæð hava hesir báðir ekstremu vengrir tað í felag, at teir hava lyndi til at skipa seg í samfeløg, ið týna skilagóðar politiskar andstøðingar við teirri grundgeving, at hesi eru "ímóti kollveltingini" ella annað slíkt. Hetta hava teir djarvaru av mínum samkyndu brøðrum sannað í t.d. Kuba og Chile.
Ella er tað í veruleikanum kanska so, at Torbjørn als ikki hoyrir til á ytsta vinstravongi. Eru hetta bara kávalótir. Er hann liberalistur, kapitalistur og liggja nógv av hansara sjónarmiðum upp at teimum hjá Óla. Er orsøkin til, at hann tosar um Che Guevara og Allende, at hetta var partur av idealunum, sum ungdómurin í hansara samtíð gekk inn fyri.
Við øðrum orðum, tað eru kanska ikki idealini, men heldur nostalgiin, sum fær Torbjørn at tosa um samhald og "pease, love, harekrishna". Tað er faktiskt rættiliga genialt, tí tað passar Torbjørni at vera originalur, og tað fríheldur hann fyri at fella í bólk við hini slipsafólkini. Í so fall byggir hansara politiska karriera á eina vandamikla lygn.
-----
Persónliga ætli eg mær at stríðast av øllum alvi ímóti øktum fasistiskum føroyskum sjálvræði og fyri persónligum sjálvræði; eisini fyri fólk, sum falla uttan fyri ófatiliga smalkaða sjónarringin hjá "gerandisgóðum", góðborgarligum (halda tey!) føroyingum.