Tobbi og sakførari hansara, Bjørn á Heygum, hava mótmælt, at koyrikortið hjá løgtingsmanninum varð tikin frá honum, hóast hann framvegis hevði politiskt órin. Málið var fyri í rættinum mikudagin, og avgerð fellur komandi mikudag.
Snýr seg bert um rættin at taka koyrikortið
Bæði varafútin, Finn Ougaard, umboðandi ákæruvaldið og Bjørn á Heygum, sakførari hjá Torbjørn Jacobsen vóru samdir um, at rættarmálið bert snúði seg um, hvørs fútin hevði heimild til at taka koyrikortið frá løgtingsmanninum.
Vegna Tobba segði Bjørn á Heygum, at løgtingsmaðurin ongar ætlanir hevði um at snúgva sær undan eini møguligari revsing, ella at hann royndi at fáa eitt slag av serviðgerð. Talan var bert um at royna, um tað politiska órinið verjir í einum slíkum máli.
Í paragraf 24 í stýrisskipanarlógini stendur: Eingin løgtingsmaður má uttan samtykki løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt, uttan so at hann verður tikin á búri.
Sambært ákærumyndugleikanum er talan í málinum hjá Tobba ikki um, at løgtingsmaðurin er revsaður á nakran hátt, tí hann er hvørki ákærdur ella fongslaður. Hinvegin er talan um eina fyribils frátøku av rættinum til at føra bil, men tað er ikki nøkur revsing sum so, og tí er politiska órinið ikki galdandi í hesum føri, vildi ákærumyndugleikin verða við.
Forðar fyri luttøku í tingarbeiði
Bjørn á Heygum vísti hinvegin á, at løgtingslimurin ikki var tikin á búri, sum tað stendur orðað, og at frátøkan av koyrikortinum forðaði løgtingsmanninum at taka fult lut í tí politiska arbeiðinum.
Í hesum sambandi vísti sakførarin hjá Tobba á, at løgfrøðisbókmentir siga, at ein slík avgerð ikki má forða einum tinglimi í at røkja sínar politisku uppgávur til fulnar.
- Við tí samferðslukervi sum vit hava í Føroyum, er eingin ivi um, at manglandi koyrikortið er ein stór forðing, tá ið Torbjørn Jacobsen skal røkja sítt politiska starv, tí at verða tinglimur í dag hevur við sær, at tú skalt verða tøkur at kalla alt døgnið, segði sakførarin.
Bjørn á Heygum helt eisini, at tá ið man velur fyribils at taka koyrikortið frá Tobba, vísir, at fútin væntar, at løgtingslimurin missir sítt politiska órin, hóast tað ikki kann sigast við vissu, og at hann síðani verður dømdur treytaleysa frádøming av koyrikortinum. Harvið handlaði fútin út frá, at hann væntaði, at Tobbi verður revsaður, og tí eigur politiska órinið at verða galdandi.
Báðir partar hava nú ført fram síni sjónarmið í sakarmálinum, og nú verður bert bíðað eftir, at dómarin skal koma við sínum úrskurði, og hann verður almannakunngjørdur komandi mikudag klokkan tíggju.