Tobbi: X-Factor er kultur imperialisma

Torbjørn Jacobsen er í øðini um at føroyska mentanin í stóran mun er tengd at donskum sjónvarpsrøðum sum X-Factor Í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun segði Torbjørn Jacobsen, at hann skilti púrt einki av nýggjasta mentunarrákinum í Føroyum, sum bert stendur av donskum sendingum.

- Eg havi varnast, at hendan sendingin nemur hjartarøturnar hjá føroyingum so mikið nógv, at vit veruliga eru í vanda fyri at missa okkara tjóðarsamleika, sigur hann við Rás2

 

Mugu hava ein nýggjan jólafund

Tá ið føroyingar í 1888 komu saman á tí tiltikna jólafundinum var tað við tí endamáli at verja okkara mál og mentan. Nú er tíðin komin til ein nýggjan jólafund.

- Vit mugu hava ein nýggjan jólafund. Vit mugu dubba okkara málsliga og mentunarliga samleika, so at vit ikki drukna í donskum pjatti, sigur Torbjørn Jacobsen.

 

Ov veikt sjónvarp

X-Factor, Paradise Hotel, Sandhedens Time og Melodi Grand Prix. Útlendsku sendingarnar eru nógvar í tali, og sambært tingmanninum er tað okkara egna ábyrgd, at føroyingar nú bert kenna sín samleika gjøgnum útlendskt sjónvarp.

- Vit mugu hava eitt sterkari alment sjónvarp. Vit hava einki visuelt at bjóða føroyingum, og tí er teirra visuelli samleiki í stóran mun vorðin danskur.