Í Klaksvík er spenningurin stórur til serliga Norðoyastevnudystin, sum verður spældur seinnapartin í dag.
1991-liðið hjá KÍ fer at spæla ímóti dagsins Vodafone-liði, og roknað verður við nógvum fólki til uppgerðina millum gomlu hetjurnar og ungu leyvurnar hjá KÍ.
Millum teira, sum fara at spæla við 1991-liðnum hjá KÍ, er Todi Jónsson, sum ikki hevur spælt fyri barndómsfelagið í 14 ár. Í dag ger hann comeback í KÍ-troyggjuni, og tað sama gera aðrir, sum ikki hava spælt í fremstu røð seinnu árini.
Dysturin millum 91-liðið og dagsins KÍ-lið verður í Djúpumýri í dag klokkan 15.00.