Todi er givin sum venjari hjá Frederikssund IK

51 ára gamla føroyska landsliðslegendan ætlaði ov nógv til eitt felag í fimtu deild

Todi Jónsson er givin sum venjari hjá danmarksseriufelagnum Frederikssund IK. Tað skrivar felagið á Facebook. Úrslitini hava annars verið góð og felagið í uppflytingarspælinum til fjróðsbestu deildina.

 

Tí undrast bold.dk á, at Tódi Jónsson er givin. Í samrøður sigur føroyska landsliðslegendan, at tað møguliga ikki riggar so væl við einum vinnaramentaliteti frá FCK og einum sosialum breiddarfelagið í fimtbestu deildini.

 

- Eg havi bara gott at bera felagnum. Tað eru nógv íðin og fitt fólk í felagnum, sum gera eitt stórt arbeiði. Tað eru eisini dugnaligir spælarar og úrslitini hava verið góð, so tað er einki galið har, sigur Todi Jónsson.

 

Formaðurin í felagnum váttar eisini, at tað er ikki í illum at partarnir skiljast. Heldur er talan um, at partarnir koma úr hvør sínum stað í donskum fótbólti. Nakað, su Todi Jónsson eisini leggur upp til í samrøðuni.

 

- Eg eri skúlaður í FCK og tann vinnaramentanin passar ikki heilt til Frederikssund IK, sigur Todi Jónsson.

 

Todi Jónsson stóð í fjør á odda fyri NSÍ í fyrru hálvu.