Todi heldur seg ikki skylda FCK nakað

Leiðslan í FCK hevur givið føroyska álopsspælaranum eitt tilboð um framhaldandi samstarv, men Todi ivast í, um hann skal skriva undir, ella um hann kanska skal leita aðrar vegir

ÚTISETI

FCK spælararnir og leiðslan í felagnum hava í hesi vikuni verið í Stokhólmi. Í gjárkvøldið varð UEFA Cup dysturin ímóti Djurgården spældur. Hvussu tað hilnaðist, venda vit aftur til í morgin.
Todi Jónsson hevur verið við FCK í svenska høvuðsstaðnum. Og umframt dystin hevur Todi hugsað um, hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá honum. Sáttmálaskeiðið við FCK verður runnið 1. juli komandi ár, og leiðslan í FCK hevur sagt Toda, at teir fegnir vilja hava, at hann heldur fram í felagnum. Teir hava givið honum eitt sáttmálauppskot.
Todi hevur ikki skrivað undir, og hann ivast í, um hann yvirhøvur skal skriva undir eina nýggja avtalu við FCK:
? Eg ivist rættuliga nógv í, hvussu tað skal verða. Eg eri fegin um at vera í felagnum, men tá framtíðar fótbóltslívið skal leggjast til rættis, spælir tað eisini inn, at eg fegin vil vera á vøllinum og ikki á beinkinum. Eg tyggi upp á tilboðið frá FCK, men eg veit satt at siga ikki enn, um eg fari at skriva undir.
Hóast teir í FCK leiðsluni fegnir vilja hava Toda at halda fram í felagnum, so kunnu teir sjálvandi ikki geva honum lyfti um, at hann verður fastur maður á liðnum. Sum kunnugt so hevur Todi síðani summarsteðgin kappast við tríggjar aðrar spælarar um tey bæði fremstu plássini. Sum tað hevur sæð út síðstu vikurnar, so eru Zuma og svenski Jörgen Pettersson fremstu evnini til álopsplássini, og so kappast Todi og Peter Møller um at vera triði maðurin. Men tað kann vera so skjótt, at sovorðið koppar ein veg ella annan.
Hóast Todi er fegin um at vera í FCK, so heldur hann ikki, at hann á nakran hátt stendur í skuld til felagið, sum hann síðani á sumri í 1997 hevur spælt fleiri dystir fyri enn nakar annar útlendskur spælari.
? Sáttmálasamráðingar snúgva seg sjálvandi eisini um pengar. Men eg ynski ikki at siga nakað um, hvat hugsanirnar hjá mær ganga út uppá, segði Todi Jónsson við tíðindastovuna Ritzau mikukvøldið.
Todi er 30 ára gamalur, og hann verður 31 á kyndilsmessu, sum er 2. februar. Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm segði seg fyri tveimum vikum síðani vóna, at allar sáttmálasamráðingarnar vóru loknar, tá oktober mánaði var liðugur. Umframt Toda Jónsson eru tað fimm aðrir FCK spælarar, sum hava sáttmála við FCK, inntil hetta kappingarárið er liðugt.
Um spælararnir ikki hava undirskrivað nýggja avtalu við FCK á nýggjárinum, so verður møguleiki hjá teimum at samráðast við onnur feløg um samstarv eftir 1. juli, uttan at samráðingarnar nýtast at skula ganga fyri seg ígjøgnum FCK leiðsluna.
Niels Christian Holmstrøm segði fyri tveimum vikum síðani, at hann heldur, at teir í felagnum fara væl við fólkinum, og at teir rokna við, at spælararnir eru loyalir ímóti FCK. Kanska var tað ein hóttan ímóti Toda og hinum spælarunum, sum eru í sáttmálasamráðingum, tá ítróttarstjórin segði við danskar fjølmiðlar, at um spælararnir ikki ætla sær at halda fram í FCK, so fer tað at síggjast aftur.
Fjølmiðlarnir mintust aftur á, tá ein spælari, Kim Madsen, í fjør ikki vildi skriva undir nýggjan sáttmála, men í staðin dúvaði uppá at sleppa til Týskalands at spæla. Tað eydnaðist honum, men síðstu mánaðirnar, sum hann var FCK spælari, var hann so at siga bara á beinkinum.