Sunnudagin verður føroysk uppgerð í Ítróttarparkini í Keypmannahavn. FC Keypmannahavn fer at spæla ímóti Herfølge, og tað merkir samstundis, at Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen koma at standa yvir fyri hvørjum øðrum.
Somu feløgini hittust í Parkini fyri nøkrum vikum síðani, men tá var Todi Jónsson leikbannaður eftir reytt kort, og Jákup Mikkelsen var tí einasti føroyski spælarin á vøllinum, tá Herfølge óuppiborið vann dystin 1-0.
Hesaferð er líkt til at báðir spælararnir verða á vøllinum. Jákup Mikkelsen eigur plássið í Herfølge-málinum, og í løtuni er landsliðsmálverjin frískur og væl fyri. Tað er Todi Jónsson eisini, og tá hann er tað, plagar hann at byrja í álopssinnaða leiklutinum á vinstra miðvølli.
Enn hevur Todi Jónsson ikki skorað í donsku landskappingini í ár, og hann hevur ongantíð gjørt mál móti Jákupi Mikkelsen, hóast teir hava spælt nakrar ferðir móti hvørjum øðrum. Hinvegin hevur Jákup Mikkelsen gjørt mál móti FC Keypamannahavn. Tað var seinasta kappingarár, tá Jákup skoraði við brotssparki í Parkini.
Óli í Viborg
Tað hevur gingið væl hjá Herfølge í superliguni í ár, meðan FCK ikki hevur fingið tað byrjanina, sum teir høvdu droymt um. Herfølge liggur saman við Brøndby og AB á odda í superliguni, meðan FCK liggur sum nummar 8.
Hóast støðuna á stigatalvuni er FCK nógv tað størra felagið, og teir hava eisini nógv fleiri áskoðarar til sínar dystir. Seinasta mánakvøld setti áskoðarartalið á Herfølge Stadion met, tá tað var røttu megin tey 3.000. Vanliga hevur FCK millum tríggjar og fýra ferðir so nógvar áskoðarar til ein vanligan heimadyst hjá sær. Og tað verða tað eisini, tá dysturin millum FCK og Herølge verður spældur sunnudagin kl. 15.00
Óli Johannesen og AGF, sum mikukvøldið duttu niður um niðurflytingarstrikuna, spæla sunnudagin í Viborg, har heimaliðið er greiður favorittur. Viborg byrjaði kappingina í ár sera væl, men seinastu umførini hava teir havt andróður, og liggja nú sum nummar 7.
Men Viborg er eitt gott lið, sum AGF fer at fáa stórar trupulleikar við. Hinvegin er støðan hjá AGF nú so vandamikil, at spælararnir vita, at teir mugu skaffa sær stig so at siga hvønn dyst, um teir skulu berja seg upp úr niðurflytingarvandanum.