Superliga
Lagið í FCK er ógvuliga gott. Hóskvøldið var 29. umfarið í superliguni á skránni, og FCK styrkti um sína støðu í kappingini um DM. Frammanfyri 19.415 áskoðarum í Parkini vunnu teir 3?0 á FCM. Brøndby megnaði bara 1?1 á útivølli ímóti AB. Silkeborg vann ? ikki sannførandi ? 1?0 á niðurflutta Sønderjylland.
Nú stendur DM kappingin bara ímillum hesi trý feløgini. FCK er á odda, og harvið hava teir sjálvir møguleikan at gera av, hvar skápið skal standa.
Todi Jónsson skoraði ikki, men sambært donskum fjølmiðlum var hann framúr væl upplagdur. Ekstra Bladet skýrir Toda og álopsfelagan Sibusiso Zuma sum "den dødelige duo", og heldur fram, at teir "viste sig i et overdådigt spillehumør".
Tá tað restaði eitt korter, valdi venjarin at spara Toda, men kortini fekk hann hægsta karakterin í Parkini. Zuma skoraði til 1?0 eftir returbólt frá málverjanum. Tá vóru tólv minuttir farnir, og tveir minuttir seinni økti verjuspælarin Jakob Laursen upp á brotsspark. Tað varð dømt, tá Todi Jónsson varð feldur.
Heine Fernandez avloysti Toda, og fýra minuttir undan leikloki staðfesti hann sigurin við stútara eftir innlegg.
FCK og Silkeborg hava 53 stig, men FCK er frammanfyri, tí teir hava betri málmun. Brøndby hevur 52 stig. Øll hini feløgini eru so mikið aftanfyri, at tað verður ikki roknað við teimum, nú tað eru fýra umfør eftir at spæla.
Herfølge hjálparleyst
Lagið í Herfølge er ikki gott. Hóast Jákup Mikkelsen hevði fleiri stórar bjargingar, so nyttaði tað einki í Odense. Í oysandi regni vann heimaliðið 4?2. Málskjúttarnir vóru púra einsamallir við Jákupi, tá teir skoraðu.
OB var frammanfyri 3?2 í steðginum. Teir komu framum 2?0, men tveir minuttir eftir seinna málið minkaði Chris Hermansen um munin. Eftir 42 minuttir økti OB, men í síðsta minuttinum undan steðginum minkaði innskifti Dennis Conthe, sum onkuntið var upp á spæl í 2. hálvleiki. Miðskeiðis í seinna umfarinum økti innskifti Jonas Schmidt, og so var liðugt hjá Herfølge. Johan B. Hansen var ikki á liðnum hjá OB.
? Vit mugu taka okkum saman, ella flyta vit niður, staðfesti venjarin.
Støðan hjá Herfølge myrknaði. AGF vann 1?0 í Lyngby, og harvið er greitt, at AGF ikki kann flyta niður. AB javnleikurin ímóti Brøndby hevði við sær, at munurin frá Herfølge og upp til AB øktist til fimm stig, og AB hevur væl betri málmun enn Herfølge.
Sunnudagin verður spælt soleiðis: Herfølge?AaB, AGF?FCK, FCM?OB, Viborg?Sønderjylland og Silkeborg?AB. Mánadagin fær Brøndby vitjan av Lyngby.