Todi spælir ikki aftur í ár

Fótbóltur: Avgerðin er tikin. Todi fer ikki í FCK-búnan, tað sum eftir er av árinum

Mánadagin var greitt, at Todi Jónsson fer ikki at spæla við móti Real Betis í morgin, og at hann heldur ikki verður við í donsku landskappingini tað, sum er eftir av hesum árinum.

Ætlanin var annars, at Todi skuldi spæla við ein hálvan tíma móti spanska liðnum í morgin, og hann hevur so spakuliga tikið lut í venjingini hjá FCK. Við hvørt hevur tað tókst, sum um skaðin næstan hevur verið burtur, men til aðrar tíðir hevur skaðin gjørt tað so at siga ómøguligt hjá Toda at spæla

Todi sigur fyri Ítróttarsosialinum, at tað var í samráði við venjaran, Kent Karlsson, at hann mánadagin tók avgerðina um, at fótbóltsárið hjá honum var liðugt.

? Eg vandi fríggjadagin og leygardagin, og tá tað ikki gekk væl, dugdi eg ikki at síggja nakra meining í at spæla í Europa-Cup hósdagin, tá ið eg ikki havi fingið vant í ein heilan mánað, sigur hann

Fram til jólafrítíðina skal Toda ganga til viðgerð á Skodsborg, har hann venur tveir tímar um dagin. Í annaðkvøld fer hann í Parkina at hyggja eftir liðfeløgunum, sum skulu royna at vinna samanlagt ímóti Real Betis, eftir at teir taptu 2-0 niðri í Spania.

? Tað verður torført hjá FCK. Um vit høvdu havt skorað eitt mál á útivølli, so hevði tað verið hopin lættari.

? Fyrsta treyt, fyri at koma víðari, er, at spaniumenn ikki sleppa at skjóta mál. Sleppa teir tað, so skulu liðfelagarnir skora fýra mál, og út frá tí, sum eg sá niðri í Spania, trúgvi eg ikki uppá tað.

? Men sjálvandi vóni eg, at FCK vinnur samanlagt og harvið sleppur víðari í kappingini, sigur Todi Jónsson.


Framtíðini

Næsta umfar í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar verður 6. mars. tá vónar Todi, at hann verður klárur at spæla.

? Eg havi fingið at vita frá læknunum, at eg skal rokna við, at tað fer at taka tveir mánaðir at fáa lærkrikan í rættlag aftur. Eftir nýggjár vit venjingina 4. januar, og tað er um tveir mánaðir, sigur hann

Todi ætlar sær heim til Føroya í jólafrí, men hann fer av landinum aftur um nýggjársleitið.

Sunnudagin sá Todi liðfelagarnar hjá sær tapa 2-0 ímóti botnliðnum OB. At tað ikki bara er hjá Toda, at tað gongur upp og niður í fótbólti var sjón fyri søgn í Parkini sunnudagin. Tað hevur gingið meiri enn illa hjá OB, og tað hevur gingið meiri enn illa hjá Erik Bo Andersen, sum hetta síðsta árið hevur spælt í Glasgow Rangers. Nú hava hesi so at siga óeydnisfulgar funnið saman, og so gekk uppá stás. Erik Bo Andersen skoraði og OB vann.

? Sjálvandi var tað harmiligt, at vit taptu á heimavølli móti OB, men eg vil fegin undirstrika, at OB er ikki nakað vánaligt lið. Teir hava bara verið inni í einari óndari ringrás.

Fyri FCK var tað heppið, at Silkeborg eisini tapti sunnudagin, men Keypmannahavnararnir mugu finna seg í, at erkafíggindarnir longri vesturi í høvuðsstaðnum, Brøndby, hava tikið av, nú oddaliðini higartil hava havt lítla úrtøku hesar seinastu vikurnar. Brøndby vann ímóti AB, og nú eru teir á odda. Og tað líkar ikki teimum í FCK.