KÍ arbeiðir miðvíst við at halda tørn um trivaligu leiðsluna í landskappingini, og 07 Vestur stríðist fyri at skava stig saman, so liðið sleppur undan at flyta niður í næstbestu deildina.
Í dag vann KÍ 2-0 ímóti 07 Vestur. Hetta er triðja ferðin á rað, at KÍ vinnur 2-0, og hetta var fimtanda ferðin í 18 dystum, at KÍ fór av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur skorað mál.
07 Vestur var í rættiliga verjukendari útgávu. Gestirnir høvdu fínan møguleika at skora beinanvegin, men Mathias Rosenørn bjargaði. So var dagsskráin, at KÍ var í álopi, meðan 07 Vestur var í verjustøðu.
-Vit vóru væl skipaðir, og hóast vit ikki megnaðu so nógv í álopspartinum, og teir høvdu fleiri góðar royndir og raktu tvørtræið, so hildu vit tørn inntil í 32. minutti. KÍ eigur eitt sera gott lið – tað besta av øllum – og tað var orkukrevjandi at halda tørn og renna so nógv. Avrikið í dag, nú tað restaðu fleiri av føstu monnunum, gevur okkum mót um, at tað fer at eydnast at skava stig saman og at sleppa undan at flyta niður, sigur 07 Vestur veteranurin og miðvallarin Martin Tausen.
-Vit eru fegnir um, at tað aftur í dag eydnaðist at halda mótstøðumonnunum frá at skora mál. Vit arbeiddu nógv og fluttu okkum væl, og spælararnir vístu, at fokus er á rætta staðnum, eftir at Europa kappingin er av á hesum sinni, sigur KÍ hjálparvenjarin Agnar Prestá.
Mads Bo Mikkelsen setti av brotsteigarmarkinum hol á eftir horna úr vinstru og útfrá. Seinna málið skoraði KÍ toppskjúttin Páll A. Klettskarð, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir sending frá Árna Frederiksberg.
-
KÍ – 07 Vestur 2-0 (1-0)
1-0: Mads Bo Mikkelsen
2-0: Páll A. Klettskarð
Dómari: Rúni Gaardbo
KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Claes Philip Broberg, Páll A. Klettskarð
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Eiler Fróðason, Rasmus Knudsen – Julian Mouritsen, Sølvi Egilsson, Martin Tausen, Asbjørn Heðinsson, Jasper Van Der Heyden – Mads Borchers