Tørvur á politiskum loysnum og einum hjálparpakka

Inflatión - stórar prís- og rentuhækkingar

 

Inflatiónin er her, og spyr ikki eftir, hvønn hon rakar!

 

 

 

Men hon rakar altíð tey harðast, sum hava minst frammanundan.

 

 

 

Og tað er ikki bara oljuprísurin, sum er hækkaður nógv síðsta árið. Matvøruprísirnir í Danmark eru hækkaðir 7,7% síðsta árið, og okur keypa meginpartin av okra matvørum beinleiðis úr Danmark.

 

 

 

Prísurin á brenniolju til húsarhald er hækkaður við 6 kr. fyri hvønn litur ella umleið 80% seinastu 12 mánaðarnir.

 

 

 

Húsarhaldini hart rakt

 

Okur kunnu staðfesta við verandi príshækkingum, at eitt vanligt húsarhald, sum brúkar 3.000 litrar av olju um árið og keypir matvørur fyri umleið 4.000 kr. um mánaðin, hevur eina eykað útreiðslu um mánaðin, uppá 1.800 kr. Og tá hava vit ikki tikið hædd fyri, at prísurin á bensini og øðrum vørum, so sum klæðir, skógvar, byggitilfar og aðrar vørur og tænastur, eisini eru hækkaðar við 10-30%.

 

 

 

Livikostnaðurin hjá húsarhaldunum er sostatt hækkaður við í minsta lagi 2-3.000 kr. um mánaðin, av orsøkum, sum tey onga ávirkan hava á yvirhøvur.

 

 

 

Nøkur kunnu arbeiða seg burtur úr hesum, men ikki øll, og her hugsi je serliga um t.d. pensionistar, fyritíðarpensionistar og einligar forsyrgjarar. Tey hava ikki møguleika fyri at arbeiða seg burturúr støðuni, sum tey eru endaði í.

 

 

 

Einasta vápnið okur hava ímóti inflatiónini er rentan, og rentan er eisini hækkandi, og hetta rakar serliga tey ungu, sum júst hava sett búgv, og sum nú koma í eina støðu, har bæði rentu- og livikostnaðurin hækkar samstundis. Hetta er ein giftig blanding, sum kann taka fíggjarliga grundarlagið undan teimum.

 

 

 

Samanlagt hava húsarhaldini í Føroyum eina skuld uppá umleið 13 milliardir kr. Nógv størsti parturin ella 9 milliardir kr. av hesum lánum eru tikin í føroysku peningastovnunum, við broytiligari rentu.

 

 

 

Lágt sett skulu okur rokna við, at rentustøðið kemur at hækkað eini 2% komandi árini, ið so vil føra við sær, at eini ung hjún, sum sita við lánum uppá 2 mió. kr. í sínum bústaði, skulu av við 40.000 kr. brutto, meira um árið, enn í dag.

 

 

 

Bankar og politiska skipanin mugu spæla við

 

Bankarnir, sum hava veitt hesum húsarhaldunum lán, mugu sjálvandi spæla við og finna loysnir til sín part av trupulleikunum.

 

 

 

Men okur sum politisk skipan, mugu eisini verða ein partur av loysnini fyri tey, sum hetta rakar serliga hart, í eina avmarkaða tíð, inntil fíggjarviðurskiftini eru komin í eina meiri normala og stabila legu aftur.

 

 

 

Búskaparfrøðingar fóru skeivir

 

Fyri stuttari tíð síðan søgdu flestu búskaparfrøðingar, at inflatiónin bara var fyribils. Eftirfylgjandi hava teir so fingið kríggið í Ukraina at hongja sín hatt uppá.

 

 

 

Hetta helt eg verða óskiljandi og trúi als ikki uppá teir, tí je havi fylgt sera væl við fíggjargeiranum globalt í nógv ár - og tað er ein ting, sum okur ikki kunnu stríðast ímóti, og tað er fíggjarligu náttúrulógunum.

 

 

 

Bara í USA, Europa, Japan og Onglandi eru prentaðar 137.000 milliardir kr., svarandi til 150.000 kr. fyri hvønn borgara í hesum londunum. Hetta, samstundis sum rentan hevur verið 0%, hevur skapt ein óvanligan eftirspurning, sum vit nú koma at merkja fylgjurnar av.

 

 

 

Heimurin hevur verið í einum tilstandi, sum kann samanlíknast við ein rúsevnismisnýtara, ið hevur havt fría atgongd til heroin í 14 ár. Og nú, tá heroinið brádliga verður tikið frá honum, raka abstinensirnir sum ein hamari beint í pannuna. 

 

 

 

Politiskar loysnir hava skund

 

So mín meining er, at inflatiónin er ikki fyribils.

 

 

 

Okur kunnu líka so væl innstilla okum uppá høga livikostnaðin í eina rúma tíð afturat.

 

 

 

Tørvur er á at finna politiskar loysnir til tey, sum verða harðast rakt. Hetta eigur at gerast skjótast gjørligt fyri at minka um møgulig skaðilig búskaparlig og sosial árin av íkomnu støðuni.

 

 

 

Erhard Joensen

 

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin