Elektrikari, hárfríðkari, húsasmiður, gartnari, meiaristur, skeltatøkningur...
Felags fyri hesi størvini er, at ein yrkisútbúgving krevst fyri at fáa tey – ein yrkisútbúgving og ikki ein akademisk útbúgving.
Og tað er stórur eftirspurningur eftir fólki við yrkisútbúgvingum. Tað hevur verið greitt leingi í grannalondum okkara, har man eitt nú í Danmark ger nógv fyri at fáa fleiri at velja yrkisútbúgvingar, og tað sama er galdandi í Føroyum. Tørvurin er í øllum førum stórur her sambært Randi Frederiksberg, leiðara á Yrkisdeplinum, sum umsitur føroysku yrkisútbúgvingarnar.
– Allar kanningar vísa, at fleiri hundrað túsund yrkislærd koma at mangla í Norðurlondum í framtíðini. Tað verður ikki sami tørvur á fólki við hægri útbúgvingum, men hinvegin er og verður tørvurin á yrkislærdum stórur. So at velja sær eina yrkisútbúgving er eitt klókt val, sigur hon og leggur aftrat:
– Tað er eisini blivið kul at taka eina yrkisútbúgving. Vit merkja generelt ein sera stóran áhuga. Ein stórur partur av einum miðalárgangi velur at taka sær eina eina yrkisútbúgving.
Skúlagongd og arbeiði
Yrkisútbúgvingarnar eru bygdar upp soleiðis, at lærlingurin skiftir ímillum skúlagongd og verkliga læru á einum arbeiðsplássi.
Tað eru í løtuni 67 yrkisútbúgvingar at velja ímillum. Á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum ber til at síggja allar, og tað ber eisini til at síggja yvirlit yvir øll tey góðkendu læruplássini – og har eru fleiri enn 500 at velja ímillum í øllum landinum.
Umframt teir arbeiðsgevarar, sum júst nú leita eftir lærlingum, so ber eisini ofta til at finna sær lærupláss av sínum eintingum.
– Man lærir ein stóran part av útbúgvingini úti á arbeiðssplássinum, meðan man er í læru. At skúlagongdin ikki fyllir so nógv, er nettupp eyðkennið við yrkisútbúgvingunum, sigur Randi Frederiksberg.
Á nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara, kokk, sølufólk ella hárfríðkara. Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, til dømis málara, elektronikkfaktøkning, KT-supportara, tannatstøðing og miðlagrafikara, er skúlagongdin í Danmark, meðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi.
At fara niður til Danmarkar í skúla er fyri fleiri lærlingar ein serliga spennandi partur av útbúgvingini.
– Øll tíma kanska ikki líka væl tað. Men tá man fer niður, býr man vanliga á skúlaheimi saman við øðrum ungum, sum eisini eru í læru. So man er ikki einsamallur. Tað plagar at ganga væl, sigur hon.
Eitt, sum helst er tiltalandi fyri summi, er, at man fær løn undir útbúgvingini, bæði meðan man er í læru og tá man er í skúla.
– Tað er uttan iva ein fyrimunur hjá fleiri. Ein lærlingaløn er minni enn tann vanliga arbeiðsmannalønin, men væl hægri enn SU og samstundis fært tú eina útbúgving og førleikar, sum tú hevur við tær fyri lívið. Føroyskir lærlingar fáa enntá ein skattafrádrátt á 50.000 krónur um árið, sigur Randi Frederiksberg.
Nógvir framtíðarmøguleikar
Tá man er liðug/ur at læra, er man til reiðar at fara beint út á arbeiðsmarknaðin. Summi halda fram á arbeiðsplássinum, har tey lærdu, meðan onnur leita aðrar leiðir.
Framtíðarmøguleikarnir eru nógvir, bæði her í Føroyum og uttanlands. Nøkur seta egna fyritøku á stovn og enda við sjálvi at taka lærlingar og útbúgva fólk til yrkið.
– Stórt trot er á yrkislærdum í Føroyum. Tað vísa nógvu lýsingarnar, vit hava á heimasíðu okkara eisini. Men eisini uttanlands. Søguliga hevur tað verið stórur eftirspurningur eftir føroyskum handverkarum úti í heimi, eitt nú í oljuvinnuni, sigur Randi Frederiksberg.
– Og verður hugsað um burðardygd, grøna orku og umhvørvi, so eru yrkisútbúgvingarnar sera viðkomandi, og tær blíva ikki minni viðkomandi í framtíðini, so hvørt sum samfelagið verður útbygt.
Randi Frederiksberg leggur eisini dent á, at tað altíð ber til at byggja víðari á sína útbúgving.
– Onkur heldur møguliga, at man kann stranda í valda yrkinum restina av lívinum, men so er ikki. Sjálvt um man hevur valt sær eina yrkisútbúgving, ber væl til at fara víðari á aðra ella hægri útbúgving, um ein ynskir tað seinni, sigur hon og vísir á ein annan ítøkiligan fyrimun.
– Við at taka eina yrkisútbúgving lærir tú nakað, tú kanst hava við tær fyri lívið. Eisini um tú av onkrari orsøk endar við ikki at arbeiða við tí. Tað er í hvussu er galdandi fyri fleiri av yrkisútbúgvingunum, sigur Randi Frederiksberg.
Les meira við QR-kotum
Á síðuni høgrumegin ber til at síggja dømi um yrkisútbúgvingar, sum til ber at taka í Føroyum. Undir hvørjum heiti er ein QR-kota, sum tú kanst skanna við tínari telefon. QR-kotan leiðir teg inn á heimasíðuna hjá Yrkisdeplinum, har tú kanst lesa meira um ávísu yrkisútbúgvingina.
Hetta eru tó bara nakrar av øllum teimum yrkisútbúgvingunum, sum tú kanst velja ímillum. Á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum er yvirlit yvir allar yrkisútbúgvingarnar og til ber at lesa um hvørja einstaka og onnur viðkomandi viðurskiftini.
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024