Tofta Regin er á FM kós

Aftur í kvøld vóru vágbingar frammanfyri bæði Argjabátin og Árnfirðing

Tofta Regin úr Vági hevur í kvøld lagt seg á odda í FM kappingini millum 8-mannaførini.

Í Klaksvík vann Argjabáturin. Tofta Regin var fremstur á jóansøku á Tvøroyri, og aftur í kvøld vóru tað vágbingar, sum vóru fyrstir á mál.

Harvið er Tofta Regin fremstur í FM kappingini, nú tríggir av sjey róðrum eru avgreiddir.

 

Knørrur luttekur ikki so nógv í FM kappingini. Hinir tríggir bátarnir hava í øllum trimum róðrunum verið framvið, og soleiðis var eisini í kvøld. Í hvussu so er í startspurtinum.

 

Tað var tó skjótt, at Tofta Regin spílaði seg út og legði seg framum Argjabátin, sum helt Árnfirðing aftanfyri seg.

Tað varð ongantíð leyst millum teir báðar fremstu, men tað var ongantíð ivi um, at tað var Tofta Regin, sum var fremstur, og tá ið teir fóru um málið, var tað ein stórur skutur millum tveir teir fremstu.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað nú er Tofta Regin, sum er fremstur í FM kappingini.

 

1 Tofta Regin 04.45.01

2 Argjabáturin 04.46.31

3 Árnfirðingur 04.48.19

4 Knørrur 05.00.14

 

FM støðan

1 Tofta Regin 20

2 Argjabáturin 19

3 Árnfirðingur 15

4 Knørrur 12