Toftamenn eru skerdir

Hjá Víkingi er ivi um hann, sum higartil hevur verið ársins spælari

Fyri aðru ferð í ár verður tað seinnapartin oyggjauppgerð á Toftum millum Víking og B68. Fyrru ferðina, 18. apríl, fór Víkingur av Svangaskarði við 4-0 sigri.

 

Í dag verður nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum hjá B68. André Olsen, sum higartil hevur verið hjálparvenjari, er fyribilssettur venjari, eftir at Øssur Hansen fyrr í vikuni legði frá sær. Tað er ikki greitt, um André fer at halda fram sum venjari ella um nýggjur venjari verður settur.

 

Hjá B68 kemur tað illa við, at tveir av teimum, sum hava verið eyðsýndur í framrættaða partinum, ikki vera við í dag. Annar er Lukasz Cieslewicz, og hin er Andri Benjaminsen. Gilli Samuelsen, sum hevur verið skaddur, verður í dag á vongverjanum í høgru.

 

Nú bæði Rói Mørk Hentze og Ragnar Lindholm eru skaddir, hevur B68 leigað Meinhardt P. Joensen úr KÍ at verja B68 málið í dag.

 

Hjá Víkingi hevur Olaf Bárðarson verið rættiliga eyðsýndur higartil í ár. Hann hevur skorað seks mál, og hann hevur verið við í uppspælinum til fleiri av hinum 20 málunum. Tá ið Víkingur síðsta vikuskifti vann 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ, varð Olaf Bárðarson skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann endaði á landssjúkrahúsinum. Teir kvíddu fyri, at okkurt var brotið, men tað vísti seg, at talan var um dygt slag á skinnabeini. Olaf hevur ikki vant saman við hinum, og tað er rættiliga ivasamt, um hann verður við í dag.

 

B68 hevur bara vunnið ein dyst í ár – 2-0 á útivølli ímóti NSÍ.

 

Víkingur hevur vunnið allar dystirnar uttan tveir – ímóti EB/Streymi á heimavølli og ímóti KÍ í Klaksvík.