Tað er eingin loyna, at umframt millum flokkarnar, so eru løgtingsvalini eisini ein telving millum bygdir í valdømunum. Hetta hevur ikki minst gjørt seg galdandi í Eysturoy, har fleiri bygdir eru javnstórar og harvið hava javngóðan møguleika at vinna sær sess í tinginum.
Strendur
Jóhan Poulsen á Strondum umboðaði sambandsflokkin í Eysturoy í 50 ár ? frá 1920 og til 1970. Tá hann kom á ting í 1920, var tað sum triðji valdi sambandsmaðurin í Eysturoy. Andrass Samuelsen var næstvaldur, og Joen Poulsen, sum eisini búði á Strondum, var fyrst valdur. Tað vóru eisini tveir strandingar í tinginum valskeiðið frá 1924 og til 1928.
Tá Joen Poulsen ikki lat seg stilla uppaftur á valinum í januar 1928, hevði hann sitið í tinginum í 45 ár. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1883 ella 23 ár frammanundan, at fyrstu politiksu flokkarnir vórðu settir á stovn í Føroyum.
Strandingar áttu ein sambandsmann í tinginum til á heysti 1988. Tá Jóhan Poulsen legði frá sær í 1970, var Jóhannes Martin Olsen, valdur á ting. Hann var afturvaldur á øllum valunum til 1988. Tá fall hann. Í staðin varð Edmund Joensen valdur á ting, og síðani hava teir báðir sambandsmenninir í Eysturoy, sum eru valdir á løgtingsvalunum í 1988, 1990 og í 1994 búð á Oyri og á Toftum.
Jens Christian Olsen
Pápi til Jógvan Ingvard Olsen æt Jens Christian Olsen. Hann hevði eitt lítið festi, umframt at hann var vrakiseftirlitsmaður. Hann var nógv uppi í politikki, m.a. var hann í sóknarstýrinum í gomlu Nes sóknar kommunu í tíggju ár, og so var hann eisini løgtingsmaður fyri sambandsflokkin.
Hann var fyrstu ferð valdur á ting á løgtingsvalinum, sum var 30. januar 1940, og hann var afturvaldur á valinum 24. august 1943. Hesar báðu ferðirnar fekk sambandsflokkurin tríggjar menn valdar í Eysturoy, men á valinum 6. novembur í 1945 misti flokkurin ein mann í Eysturoy.
Tá varð stillað upp í nummarrøð. Tað vil siga, at hann, sum stóð ovastur á listanum, fekk ágóðan av listaatkvøðunum. Jens Christian Olsen fekk væl av atkvøðum, serliga á Toftum, men hann fall, tí Andras Samuelsen í Fuglafirði og Jóhan Poulsen á Strondum stóðu fammanfyri hann á listanum.
Tað sama gjørdi seg galdandi á valinum 8. novembur 1946, men tá Andras Samuelsen í 1948 gjørdist fyrsti løgmaður eftir at heimastýrisskipanin var komin í gildi, kom Jens Christian Olsen aftur á ting. Í 1950 lat Andrass Samuelsen seg ikki stilla uppaftur, og Jens Christian Olsen varð valdur á løgtingsvalunum hetta árið og aftur í 1954, 1958 og í 1962.
Jens Christian Olsen doyði 20. novembur í 1963 ? hann var tá 62 ára gamal ? og tá kom næsti maður á listanum, Hilmar Petersen úr Fuglafirðí, í tingið. Men hann var ikki drúgvur í løgtinginum, tí hann doyði longu 13. juni 1965, 58 ára gamal. Síðsta partin av valskeiðnum umboðaði Reinhold Thomsen í Gøtu sambandsflokkin í Eysturoy í tinginum saman við Jóhan Poulsen.
Jógvan Ingvard Olsen
Á valinum í 1966 var neyðugt hjá sambandsmonnunum í Eysturoy at stilla fleiri nýggj valevni upp fyri teir, sum vóru farnir.
Millum valevnini ta ferðina var Jógvan Ingvard Olsen. Hann var skipari á Jógvani Norði, og teir vóru staddir í Grønlandi, tá heitt var á Jógvan um at stilla upp. Hann eftirlíkaði, men teir komu ikki heim undan valinum, og sjálvt um sambandsflokkurin var nógv størstur í Eysturoy ? teir fingu 1.133 atkvøður, meðan javnaðarflokkurin, sum var næstur, fekk 820 atkvøður ? so varð fyri fyrstu og higartil einastu ferðina í hesi øldini bara ein sambandsmaður valdur, og tað var Jóhan Poulsen á Strondum.
Í 1970 fekk sambandsflokkurin aftur tveir tingmenn í Eysturoy. Teir hava hildið hesa umboðanina síðani tá, og hesi gott og væl 27 árini, hevur Jógvan Ingvard Olsen verið annar maðurin. Ella vit kunnu siga tað á tann hátt, at í tey 58 árini, sum eru runnin síðani Jens ChristianOlsen fyrstu ferð varð valdur á ting, hevur ein toftamaður umboðað sambandsflokkin í tinginum í 48 ár.
Nú er spurningurin, um tað fer at eydnast sambandsmonnum á Toftum at hald tørn um sessin, nú eitt nýtt valevni skal finnast, ella um onkur onnur bygd í oynni fer at síggja hetta sum sín møguleika at vinna ein tingsess í Eysturoy, sum er háborgin hjá sambandsflokkinum.