Tok rendi á minibuss

Níggju fólk doyðu, tá eitt tok rendi á ein lítlan buss nærhendis polska býnum Lodz í dag. Stoyturin var harður, og tokið tók bussin við sær einar 30 metrar eftir jarnbreytini.

Myndugleikarnir siga, at tíggju ferðafólk vóru í bussinum, átta kvinnur og tveir menn. Átta fólk doyðu beinanvegin, og eitt doyði seinni á veg til sjúkrahúsið. Ein kvinna liggur illa løstað á sjúkrahúsi.

Polskir fjølmiðlar skriva, at tey flestu ferðafólkini vóru úr Ukraina, og at teir polsku myndugleikarnir hava kunnað ta ukrainsku sendistovuna um vanlukkuna.

Hetta er onnur vanlukkan á tí polska jarnbreytarkervinum í ár. Í mars doyðu 16 fólk, og 60 finsgu skaða, tá tvey tok stoyttu saman har suðuri í landinum.