Tók upp í rættinum

Ákærdi, ið hevur verið viðgjørdur in absentia í fleiri málum, er eisini ákærdur fyri at taka ljóð og myndir upp í Piddamálinum

Ákærdi, ið hevur verið viðgjørdur in absentia í fleiri málum, er eisini ákærdur fyri at taka ljóð og myndir upp í Piddamálinum.

 

Eitt av punktunum í rættarmálinum móti einum ákærdum í Føroya Rætti, snúði seg um ólógliga upptøku av ljóði og myndum í rættarsalinum undir sonevnda Piddamálinum.

 

Hetta er strangt ólógligt.

 

Ákærdi segði seg hava eina avtalu við Oyggjatíðindi um at levera tilfar úr rættinum, men hetta góðtók ákærin, Linda Hesselberg, ikki.

 

Øll undraðu seg á, at tað var so rætt endurgivið frá rættinum, og skjótt fall mistanki á ákærda. Og ein dagin søgdu nakrir politistar seg verða vísir í, at ákærdi upptók ólógliga í rættinum.

 

- So settu vit ein av politistunum at halda eyga við ákærda alla tíðina, og hann legði merki til, hvussu ákærdi sat undarliga til tíðir, segði Linda Hesselberg.

 

Á rættarfundinum 21. november konfronteraði rætturin ákærda við hesum, og hann varð handtikin sama dag.

 

- Vit kunnu ikki liva við, at nevningarnir kunnu koma út fyri at verða almannakunngjørdir í bløðunum, segði Linda Hesselberg.