Toksamanstoytur í Sveis

Tvey ferðafólkatok stoyttu saman á einari jarnbreytarstøð har norðuri í Sveis í morgun, og sambært løgregluni hava nógv fólk fingið skaða. Sum skilst fór annað lokomotivið út av breytini av stoytinum og tók nakrar vognar við sær.

Tíðindastovurnar skriva, at ein tíma aftan á samanstoytin sótu fólk framvegis føst inni í øðrum tokinum. Eitt eygnavitni hevur greitt frá, at fólk vórðu slongd fram ígjøgnum vognarnar av stoytinum, og at nógv fólk endaðu í einari rúgvu har frammi.

Lokalir fjølmiðlar siga, at umleið 30 fólk hava fingið skaða, og at fleiri sjúkrabilar komu á staðið.