Tóku tunað prutl í Havn

Løgreglan tók í gjár tvey prutl, sum vóru so bygnaðarbroytt, at tey kundu koyra upp til 88,4 km um tíman

savnsmynd

Løgerglan gjørdi í gjár eitt málrættað átak í móti prutlum. Tveir skutarar vórðu tikinir og settir á rullubrettið hjá løgregluni, sum vísir, hvussu skjótt prutl kunnu koyra. Tað vísti seg, at annað prutlið varð mált til 88,4 km um tíman, meðan hitt varð mált til 73,7 km um tíman. Talan var í øðrum førum um størri prutl, sum í mesta lagi skal kunna koyra 45 km um tíman og í hinum førinum um eitt lítið prult, sum í mesta lagi skal kunna koyra 30 km uym tíman.

Í hvørjum førinum høvdu persónarnir koyrikort, og í øðrum førinum hevði førarin ikki aldur til at koyra. Báðir fáa bát fyri at bygnaðarbroytingar, tað sum vit fyrr kallaðu at »tuna« prutlið, so tað kann koyra skjótari. Tað bleiv til sjey lógarbrot tilsamans, harav tann sum eigur prutlið, sum tann ov ungi førarin koyrdi við, eisini fær eina skuldseting fyri at læna út prutlið til ein, sum ikki hevur aldur at koyra.

 

 

savnsmynd