Tað var tokførarin, 60 ára gamli Rolf Henry Ankersen, sum læt lív í einari tokvanlukku í Noregi í gjárkvøldið, tá eitt tok fór av jarnbreytini í tí, sum norðmenn rópa Nordlandsbreytin.
Hendingin fór fram í Hemnes kommunu í Nordland.
Umsitingarstjórin í felagnum, sum rekur tokferðsluna um hesar leiðir, Rikke Lind, sigur, at tokførarin verður mintur sum ein góður, álítandi og fyrikomandi starvsfelagi, sum altíð var í góðum lag.
Rolf Henry Ankersen starvaðist sum tokførari ein stóran part av sínum arbeiðslívi.
- Eftir hann sita fimm børn og fleiri abbabørn, og okkara tankar eru hjá hansara nærmastu, sigur felagið, sum rekur tokferðsluna í tíðindaskrivi.
##med2##
Norskir miðlar vita at siga, at vanlukkan hendi, tá tokið, sum var á veg úr Tróndheimi til Bodø, fór av sporinum, tí eitt skriðulop var lopið oman yvir tokbreytina.
- Tokførarin læt lív, trý fólk eru send á sjúkrahús, og ein eru sendur til læknavaktina við smærri løstum, vistu norskir miðlar at siga í gjárkvøldið.
##med3##