Ótolandi larmur á eldrasambýli

Røktarheimið Tjarnargarður var í desembur mánaði í fjør útbygt, men nýggi bygningurin er ótolandi at vera í, nógvar flatur og høgt loft styrkja um larmin har. Tað er gjørt vart við trupulleikan, men málið er mest sum steðgað upp

Í felagsrúminum á røktarheiminum Tjarnargarði í Havn, er ófatiliga nógvur gangur. Nýggi bygningurin, ið var tykin í nýtslu fyri góðum 11 mánaðum síðan, hevur høgt loft og nógvar flatur, hetta hevur við sær at ljóðið í rúminum verður kastað aftur og fram.

Hensia Einarson er leiðari á røktarheiminum og greiðir frá at óljóðið í rúminum er ótolandi fyri starvsfólkið. Tað órógvar ikki nógv av búfólkunum, tí hjá fleiri av teimum er hoyrnin somikið vánalig, men tey avvarandi hava gjørt vart við trupulleikan. Rúmið verður nógv nýtt, tí tað er felagsrúmið har. Serliga uppundir máltíðirnar er nógvur gangur, greiðir hon frá.

Ein ljóðkanning er gjørd av rúminum, og tað vísti seg at larmurin í rúminum var nógv meira enn mest loyvda mark. Sokallaða eftirklangstíðin var alt ov long. Kanningin varð beinavegin latin bygginevndini og húsaumsitingini hjá kommununi og somuleiðis arkitektinum, men einki nýtt er í málinum síðan juli mánað í ár.