Seinnapartin 4. november vóru tann ákærdi og kvinnan inni í húsunum, sum Piddi búði í.
Tey høvdu tá bara verið í niðaru hæddini. Tann ákærdi hevur bæði sagt, at tey bara teðgaðu í 10 minuttir og upp til kanska trý korter.
Dagin eftir fóru tey aftur í húsini, og tá ið tey komu í kamarið, sóu tey blóðug klæðir hanga á ovninum, og blóð var eisini at síggja á madrassini.
Hann toldi ikki at síggja blóð fór út, fór út og læt hana um at vaska.
Blóðugu klæðini koyrdi hon í ein posa.
Hesum hevur hann ikki greitt frá áður.