Tolin trívst ásannaðu skilagóðu og ágrýtnu toftamenninir

Hóast tað gekk meiri enn ein tími, áðrenn teir fingu hol á, so var eingin ivi um, at liðavrikið hjá B68 var nóg sannførandi til at fáa øll stigini

Fótbóltur

Tað sást væl, hvat av liðunum á vøllinum í Miðvági er við í stríðnum um oddaplássið, og hvat liðið liggur væl longri niðri á talvuni.
FS Vágar legði bragdliga fyri, og høvdu teir kent sína vitjunartíð, so kundu teir havt skorað bæði eina og tvær ferðir, áðrenn gestirnir av Toftum rættuliga høvdu fótað sær. At Hans Fróði Hansen beinanvegin lá flatur og var fitta løtu uttanfyri og fekk viðgerð, bar eitt sindur av klutri í toftaverjuni við sær. Hesa løtuna og í fyrra partinum av fyrra umfarinum sum heild, hevði heimaliðið tríggjar møguleikar, har teir við størri gjøgnumbrotsstyrki kundu havt sett trygga B68 málverjan undir størri trýst, enn teir gjørdu.
Jens Erik Rasmussen varð einsamallur ígjøgnum eftir verjukiks, men Dánial Hansen fekk hann aftur, og so spurdist einki burturúr tvørbóltinum. Tvær ferðir snarkontraði FS Vágar, teir komu í góðar støður, men einki spurdist burturúr hjá Clayton Soares og Birgiri Joensen.
Hetta var vitjunartíðin hjá heimaliðnum. Stútt og støðugt setti B68 seg á spælið. Eitt sindur av grúsi var í maskinarínum í onkrum ódnum, men rimmar sterka verjan og royndu lyklaspælararnir í fremru ketunum kendu sína ábyrgd. Tað hekk alt betri saman, og undan steðginum vóru einstakar støður, sum kundu havt givið leiðslumálið, ið B68 legan longdist eftir. Eftir eitt av mongu uppspælunum í vinstru fekk John Heri Dam eftir fríspæling frá Øssuri Hansen skot á, bólturin fór framvið málverjanum, og tað kom óvart á Kristian Anton Andreasen, sum var staddur ein hálvan metur frá linjuni, at bólturin rakti í hann.
Og í síðsta minuttinum fekk Dánial Hansen skot á úr ellivu metrum eftir langt innkast úr vinstru, men Jákup Joensen bjargaði.

Miðvøllurin avgerandi
B68 var í 4?4?2 útgangsstøðu, meðan FSV meiri tóktist vera í 4?3?3 uppstilling, har Clayton Soares og Ruslan Screlea hjálptu Jens Eriki Rasmussen mitt á, og Sjúrður Ellefsen og Elfinn Ørvarodd vóru heilt í borðunum og Birgir Joensen miðframherji.
B68 hevur nakrar av royndastu og bestu miðvallarunum í landinum, og tað var rættuliga avgerandi. Øssur Hansen er væl fyri, og Fróði Benjaminsen vísti hesa ferð, sum hann eisini hevur gjørt tríggjar tær seinastu ferðirnar, allar tær góðu dygdirnar, sum eru í kanska evnaríkasta miðvallaranum í landinum. Hann vann eina rúgvu av nærdystum, bæði í luftini og á jørðini, hann dugdi at sleppa sær av við bóltin, tá ið tað skuldi gerast skjótt, og hann var ein meistari í at bjóða av ein ímóti einum og sneiða ein og tveir og onkra ferðina tríggjar av sær. Mótstøðumenninir mundu gera í hvussu so er tjúgu fríspark ímóti honum, og Fróði átti sín stóra lut í báðum málunum.
At B68 royndi at varðveita ferðina, og at teir ofta megnaðu skjótt samanspæl strongdi mótstøðumenninar, sum høvdu ilt við at fóta sær, og sum annað umfarið leið alt meiri og meiri runnu teir aftaná mótstøðumonnunum og heldur sparkaðu enn spældu, tá ið teir endiliga fingu fatur á bóltinum.

Málini
Intensiteturin varð varðveittur í meiri enn ein tíma. B68 framspælini og innleggini tóktust ongan góðan at eiga, tá ið tey komu í brotsteigin, og hóast B68 verjan við ótroyttiliga Jákupi Eli Olsen á odda var stinn og skilagóð, eisini eftir at Hans Fróði Hansen var farin av vøllinum, og teir spældu 3?5?2, so lúrdi møguleikin fyri, at heimaliðið kanska kundi fáa eitt mál.
At Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen býttu um, so Fróði eina løtu varð tann meiri framrættaði sentrali miðvallarin, bar størri tyngd við sær, men tað var deyðbóltsstøða í 68. minutti, sum bar fyri B68 forloysandi málið við sær.
Fróði Benjaminsen vann fríspark mitt á FSV helvtini. Øssur Hansen, sum í 1. hálvleiki hevði kiksað úr átjan metrum, eftir at Fróði hevði vunnið fríspark, royndi eina ferð afturat, og hesa ferð bar betri til. Bólturin sigldi omanfyri manngarðin og upp í málhornið. Tað er eftir frísparksmál av hesum slagnum, at tað er at undrast á, hví so stórur manngarður, sum tekur sýnið frá málverjanum, verður settur.
Leiðslumálið tók eitt sindur av broddinum. Heimaliðið tóktist hava ilt við at trúgva uppá, at tað skuldi bera til at koma afturíaftur. B68 royndi at varðveita leikferðina. Tað eydnaðist partvís, og tað var eftir bóltvinning mitt á tveir minuttir undan leikloki, at teir øktu til 2?0 og harvið staðfestu sigurin. Miðvallarin í høgru, Bogi Petersen, vann bóltin, spældi Fróða Benjaminsen, sum beinanvegin stakk fram ímillum. Jann Ingi Petersen sleit seg leysan av miðverjuni og trillaði illa kroystur bóltin framvið málverjanum, sum royndi at koma út ímóti.
Ivaleyst fleiri B68 áskoðarar enn nakrantíð áður vóru eygnavitni til, at teirra lið telvaði seg í støðu, har teir sjálvir kunnu gera av, um teir skulu enda á toppinum ella ikki. Ei undur í at lagið var gott, og vágamenn staðfestu, at teir høvdu verið uppi ímóti skilagóðum og ágrýtnum mótstøðuliði.

FS Vágar?B68 0?2 (0?0)
0?1: Øssur Hansen 68.
0?2: Jann Ingi Petersen 88.
Dómari: Páll Augustinussen
FS Vágar: Jákup Joensen ? Jógvan H. Samuelsen, Jóhannis Joensen (Eyðfinn Fjalsbak, 81.), Albert Ari Thomassen, John Johansen ? Ruslan Screlea, Clayton Soares, Jens Erik Rasmussen ? Sjúrður Ellefsen (Bjarni Prior, 52.),Birgir Joensen, Elfinn Ørvarodd (Rói Árting, 74.)
Gult kort: Sjúrður Ellefsen
B68: Albert Sævarsson ? Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen (Jóhan Petur Poulsen, 62.), Jákup Eli Olsen, Arnbjørn Danielsen ? Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen ? Kristian Anton Andreasen (Eyðstein Skipanes, 78.), John Heri Dam
Gult kort: eingin