Tolleftirlit sum vanligt

Hóast onkur kundi hildið, at fólk nú frítt kunnu taka ólógligar vørur við sær umvegis flogvøllin, so er tað ikki so.

Starvsfólkini á Tolleftirlitinum í Vágum eru til arbeiðis sum vanligt á flogvøllinum, og eru ikki ávirkað av verkfallinum.
Starvsfólkini eru nevniliga tænastufólk, og tí ikki fevnd av arbeiðssteðginum.