Tolleftirlitið á flogvøllinum liggur lamið

Fólk verða ikki kannað í sama mun sum fyrr, tá tey koma inn í landið um flogvøllin í Vágunum. Tolleftirlitið á flogvøllinum liggur meira ella minnið lamið vegna internar samstarvstrupulleikar, og tí er tað nógv lættari hjá ferðafólki nú enn fyrr at flyta ólógligar og tollskyldugar vørur inn í landið, eitt nú narkotika og lættari rúseitur.

 

 

Tolleftirlitið á flogvøllinum í Vágunum hevur ikki lagt hald á so mikið sum eitt gram av rúsevnum síðan mars mánað í fjør. At tað gongur so long tíð ímillum at rúsevni verða funnin á flogvøllinum, er óvanligt.

Undan jólum varð einki ólógligt fýrverk funnið á ferðafólkunum, sum komu við flogfari til Føroya. Hetta er eisini óvanligt.

Fólk, sum eru komin við flogfari til Føroya farnu tveir mánaðirnar hava lagt til merkis, at tað ikki longur verður hugt í posarnar á ferðafólki, ið gongur ígjøgnum tollin. Tað var annars vanligt fyrr, at ferðafólk vórðu biðin um at vísa tollarunum nøgdina á tollfríum vørum á veg út.


Samstarvstrupulleikar

Møguliga eru føroyingar blivnir væl skikkiligari seinasta árið, og møguliga eru fólk givin at flyta rúsevnir um flogvøllin. Og um so er, er hetta bert at frøast um.

Men orsøkin er helst ein heilt onnur, nevniliga tann, at ferðafólkini á flogvøllinum ikki longur verða kannað í sama mun sum fyrr, og at flogvøllurin í Vágunum í roynd og veru er blivin ein opin innflutningsvegur fyri rúsevnir og aðrar ólógligar ella tollskyldugar vørur.

At tolleftirlitið á flogvøllinum ikki er so gott sum tað hevur verið og eigur at vera, liggur fast. Fólk innan tolleftirlitið, bæði í Vágunum og aðrastaðni í landinum, vátta fyri Sosialinum, at tað eru álvarsamir samstarvstrupulleikar millum leiðsluna og tollararnar á flogvøllinum, og at hetta hevur havt við sær, at eftirlitið er viknað nógv. Løgreglufólk, sum í sínum dagliga arbeiði hava tætt samband við tolleftirlitini kring landið, viðganga eisini, at tað stendur ikki ov væl til við tolleftirlitinum á flogvøllinum.


Tollararnir ónøgdir

Hesir samstarvstrupulleikarnir stava heilt afturi frá 1992, tá Føroya Tollstova var løgd saman við øðrum í nýggja stovnum Toll- & Skattstovu Føroya, men ikki fyrr enn í fjør góvu hesir trupulleikar rættiliga at bíta.

Tollararnir hava fingið boð um, at tann kanningarháttur, ið fyrr hevur verið nýttur, tá ferðafólk koma í land av flogfarinum, er ivasamur, og at fólk tískil ikki skulu kannast á sama hátt longur.

Hetta hevur sett eld í fjúsið hjá tollarunum, ið ikki kenna seg kunna gera sítt arbeiði til lítar. Av tí sama hava tollararnir valt at gera sum minst av kanningum, til teir aftur fáa greiðar heimildir at arbeiða eftir, skilst.

Hetta er ein ótolandi støða, bæði fyri tolleftirlitið, sum hevur sum eitt av sínum høvuðsendamálum at tálma innflutninginum av vandamiklum narkotiskum evnum, og fyri løgregluna, sum so at siga arvar trupulleikan í hinum endanum, tá hesi evni enda á gøtuni og elva til trupulleikar.


Vilja ikki traðka fram

Men málið er eymt, og fólk hava ógvuliga lítlan hug at stinga hol á bløruna, og tí hevur eingin ynskt at traðka alment fram við tíðindunum um, at tolleftirlitið á flogvøllinum í Vágunum liggur at kalla lamið og hevur gjørt tað í longri tíð.

Og hóast sera greiðu ábendingarnar siga hvørki økisleiðarin fyri tolleftirlitið i Vágunum, Elsa Brimvík, ella stjórin á Toll- & Skattstovu Føroya, Óli Heinesen seg kenna nakað til nakrar samstarvstrupulleikar ella til, at tolleftirlitið ikki longur er so effektivt, sum tað burdi verið.

Økisleiðarin fyri tolleftirlitið í Vágunum, Elsa Brimvík, váttar, at ávísir samstarvstrupulleikar stungu seg upp eftir samanleggingina í 1992, men sigur seg ikki vita annað enn at hesir vórðu loystir og eru úti av verðini nú.

Og tíðindini um at tollararnir eru ónøgdir, sigur hon seg bert hava hoyrt sum leysatíðindi í fjølmiðlunum. Ikki frá øðrum.

Elsa Brimvík sigur seg vera vitandi um, at arbeiðsumstøðurnar hjá tolleftirlitinum ikki eru av teimum bestu, men sigur tað ikki vera komið henni fyri oyrað, at samstarvstrupulleikar eru í økinum, sum hon hevur ábyrgdina av.


Stjórin einki hoyrt

Heldur ikki Óli Heinesen, stjóri á Toll- & Skattstovu Føroya, sigur seg kennast við nakrar samstarvstrupulleikar á tolleftirlitinum í Vágunum, og ei heldur um at tolleftirlitið virkar verri enn tað hevur gjørt.

? Tað er ikki so langt síðan at vit vóru vesturi á flogvøllinum, og tá fingu vit onga fráboðan um nakrar trupulleikar av nøkrum slag. Eru trupulleikar, so mugu tey, ið hava trupulleikarnar, venda sær til mín. Men tað hevur eingin gjørt enn, sigur Óli Heinesen.

Men at tað eru samstarvstrupulleikar innan tolleftirlitið á flogvøllinum, og at hetta eftirlit als ikki riggar, sum tað skal, hevur Sosialurin fingið váttað frá nógvum ymiskum keldum. Hetta fær tó ikki stjóran á Toll- & Skattstovuni at kanna málið.

? Har vóru ávísir trupulleikar á flogvøllinum, tá talið av tollarum fór úr 6 niður í 4 í 1993, men síðan tá hevur einki verið, sum eg havi hoyrt um. Eru trupulleikar, mugu starvsfólkini seta seg í samband við meg, sigur Óli Heinesen.

Hann váttar at tað er óvanliga langt síðan at hald er lagt á rúsevnir á flogvøllinum, men væntar ikki, at hetta kemst av vantandi eftirliti.

? Narkohundurin er jú javnan í Vágunum, og tað er aloftast hann, sum finnur tey rúsevni, sum verða funnin, sigur stjórin á Toll- & Skattstovuni.


Tá hundurin er burtur

Eftir stendur, at annaðhvørt verða villeiðandi leysasøgur váttaðar av fleiri fólkum innan bæði tolleftirlitið og løgregluna, ella er samskiftið so mikið vánaligt á Toll- & Skattstovuni, at samstarvstrupulleikar kunnu leggja eftirlitið í einum eftirlitsøki at kalla lamið, uttan at hetta verður lagt til merkis av stovnsleiðaranum.

At narkohundurin enn arbeiðir sum hann plagar, burdi tryggjað, at narkotisk evnir ikki koma inn í landið við teimum flogførunum, sum lenda meðan hundurin er í Vágunum. Men hundurin hevur nógvar aðrar uppgávur, og tá flogvøllurin mestsum liggur sum ein opin innflutningsvegur hvørja ferð hundurin er burtur, er veruligur vandi fyri at nøgdin av innfluttum rúsevnum til Føroya stendur í blómandi vøkstri, meðan samstarvstrupulleikarnir verða tagdir burtur.