Tollur fær Jaguar Land Rover at gevast við at selja til USA

Jaguar Land Rover fer fyribils at gevast við at senda bilar til USA, meðan felagið umhugsar avleiðingarnar av hækkaða tollinum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ásett.

Spildurnýggir Land Rover bilar á einum parkeringsplássi uttan fyri Jaguar Land Rover verksmiðjuna í Liverpool í Onglandi. (Savnsmynd) - Mynd: Phil Noble/Reuters

Tað upplýsir bretski bilframleiðarin sambært AFP.

Amerikanski tollurin á 25 prosent á øllum innfluttum bilum kom í gildi 3. apríl. 

Í bretska bilídnaðinum starvast umleið 200.000 fólk. USA innflytur umleið fimta hvønn bil, sum er framleiddur í Bretlandi.

Hetta ger USA til næststørsta marknaðin hjá bretskum bilframleiðarum. Bara ES er størri, skrivar Reuters.

Bretska stjórnin hevur sum mál at royna at fáa handilsavtalu í lag við USA.

 

/ritzau/AFP 

 

 

 

Spildurnýggir Land Rover bilar á einum parkeringsplássi uttan fyri Jaguar Land Rover verksmiðjuna í Liverpool í Onglandi. (Savnsmynd) - Mynd: Phil Noble/Reuters