H71 er í einum flokki fyri seg í føroyskum hondbólti. Teir hava við 24-19 sigrinum á KÍF í dag, vunnið 12 ferðir upp í slag.
Les eisini:(Ljóðsamrøða) Petur Mittún
Ein løtu sá út til, at tað kundi blíva ein spennandi dystur, men stutt fyri hálvleik setti H71 ferð á. Teir vóru á odda við fýra í hálvleikinum, og øktu upp í seks tíðliga í seinna hálvleiki.
Les eisini:(Ljóðsamrøða) Rógvi Weyhe
Tað bleiv ongantíð ordiligur spenningur í dystinum av tí sama. H71 er stutt og greitt í einum flokki fyri seg.
Fakta FTZ-deildin:
H71-KÍF 24-19(13-9)
H71: Peter Krogh 8, Mark L. Marcher 5, Jónas Djurhuus 3, Pætur Thomsen 2, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Nolsøe 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Andrias Nielsen 4, Rúni Joensen 3, Teitur Joensen 2, Fríði Weyhe 1
StÍF – Team Klaksvík 34-25 (18-16)
StÍF: Pætur G. Joensen 9, Sveinur Justinussen 8, Kjatan Johansen 6, Borgar M. Persson 3, Pætur Johansen 2, Teitur Nielsen 2, Leivur Justinussen 1, Dávid Danielsen 1
Team Klaksvík: Bogdan Florea 8 Jens Pauli Mohr 6, Sámal á Tjaldrafløtti 5, Niels Viggo Niclasen 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellingsgaard 1
Støðan