Toni treiskaðist ímóti læknaráðum

Læknar mettu, at knæið var í so ringum standi, at hansara tíð var farin, men nú skal Toni R. Dam umboða Føroyar í HM-kapping

Millum teirra, sum um góða viku skulu umboða Føroyar í HM í inniróðri er 46 ára gamli havnarmaðurin, Toni R. Dam, sum kappast í tungvekt í bólkinum fyri menn millum 40 og 49 ára aldur.


Eitt er, at Toni við hesum hevur rokkið einum marknasteini, sum fáum er unt. Annað er, at skuldi Toni lurta eftir tí, sum læknarnir hava sagt honum seinastu 30 árini, so skuldi hann ikki so mikið sum droymt um, at hann nakran tíð skuldi kappast millum tey fremstu í heiminum.

- Motivatiónin er ein heilt onnur, tá tú hevur havt slíkan dóm frá læknunum, og eg setti mær fyri, at hesum málinum skuldi eg røkka, sigur Toni R. Dam við Sosialin, sum kom á gøtuna í kvøld.

Størri samrøða við Toni R. Dam kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.