Í gjár komu deyðsboð.
Mikkjal G. Hansen er farin. Hann var kendur sum karismatiskur frontmaður í rockbólkinum SIC, men var eisini kendur frá bólkum sum Krit, Amokk og Marra.
SIC hevur í mong ár verið millum fremstu rockbólkar í Føroyum, tá tað snýr seg um tunga rocktónleikin. Hetta ikki minst sangaranum Mikkjali G. Hansen, at takka, ið var ein uppliving, tá hann fór á pall.
Sera nógvir tónleikarar harmast og minnast í gjár og í dag Mikkjal G. Hansen á facebook.
Og fyriskipararnir av G! Festivalinum skrivaðu millum annað soleiðis í gjár:
Vit harmast stórliga um tíðindini um, at Mikkjal frá Krit, SIC, Amokk og Marra er farin.
Mikkjal hevur frá byrjan verið millum teirra, ið hava spælt á G! Festivalinum, og hevur altíð givið seg fult og heilt á palli. Hvør einasta konsert var episk, vill og innilig, og liva tær í minni okkara, og vit vónaðu at uppliva fleiri slíkar á G! Festivalinum.
Vit mistu eina legendu í dag. Ein av teim bestu á palli, ið Føroyar nakrantíð hava sæð, og ein undangongumaður á sínum øki. Ein heiður at hava kent hann, og saknurin verður stórur á G! Festivalinum. Takk fyri alt Mikkjal. Í dag stendur G! Fyri GROWL, skrivar G! Fesivalurin.
Hugsanir og hjørtu okkara eru hjá familju og vinum í hesi sváru tíð. Hvíl í friði.
Soleiðis enda G! fyriskipararnir minningarorðini um Mikkjal Gaard Hansen, sum andaðist í gjár, 39 ára gamal.